Annað

Kierkegaard í Sandavágs kirkju

Týskvøldið 27. februar kl. 19.30 heldur Jákup Bogi Joensen, journalistur og filosoffur fyrilestur undir heitinum:

2024-02-26 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hugleiðingar um Søren Kierkegaard og ávirkanina av hansara heimspeki

Fyrilesturin fer aftur um nøkur av mest grundleggjandi eksistentiellu hugtøkunum í heimspekini hjá Søren Kierkegaard. Fyrilesturin lýsir, hvørja ávirkan eksistentialisman hjá Kierkegaard hevur havt fyri eftirtíðina, eisini í einum føroyskum konteksti, og hvussu heimspekin hevur ávirkað fyrilestrahaldaran.

Jákup Bogi Joensen er journalistur og kandidatur í praktiskari heimspeki á Aalborg Universiteti. Hann hevur skrivað serritgerð um heimspekina hjá Søren Kierkegaard og hugtakið úrvóning, “fortvivlelse”.

Høvið verður til spurningar kjak

Kirkjukaffi aftaná.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder