Vinna

KÍ bjóðar ókeypis atgongd til dystin móti Sheriff Tiraspol

KÍ fyllir 119 ár í dag, og tað hátíðarheldur felagið við at bjóða fótbóltsfjepparum ókeypis atgongumerki til dystin á Tórsvølli í kvøld.

2023-08-24 12:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Klaksvíkar ítróttafelag var stovnað 24. august 1904, og í dag, 119 ár eftir stovningardagin, spælir besta mansliðið ein av sínum størstu dystum í søgu felagsins: play off í Evropa League.

Hetta skal hátíðarhaldast, og tí býður føðingardagsbarnið fjepparum og fótbóltsáhugaðum í føðingardagsveitslu á Tórsvølli í kvøld klokkan 19.45, tá ið KÍ og Sheriff Tiraspol hittast í play off umfarinum til Evropa League. 

Neyðugt at tekna seg til dystin

Tórsvøllur er stórur og rúmligur, men tað er kortini ikki óavmarkað atgongd. Tí mást tú ogna tær atgongumerki til dystin við at tekna teg - men tað kostar einki.

Um tú longu hevur keypt tær atgongumerki, fært tú pengarnar aftur og skalt brúka tað atgongumerki tú hevur fingið. Og um tú ikki hevur ognað tær atgongumerki enn, far so inn á atgongumerki.fo og fá tær tey, tí tey kosta einki.

Tað er við stórari gleði, at vit bjóða fótbóltsáhugaðum á Tórsvøll til Evropa League play off dystin millum KÍ og Sheriff Tiraspol, sum byrjar kl. 19.45.

Seinni dysturin í hesum umfarinum verður spældur í Tiraspol hóskvøldið 31. august.

Sølan er steðga nú og letur upp aftur kl. 9.

Fá atgongumerki HER.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder