Politikkur

Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkum og burðarhjálp, nýggjur limur í Etiska ráðnum

Sum áður boðað frá, hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, valt nýtt Etiskt Ráð, sum tekur við tann 1. oktober 2022.

2022-09-23 07:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eftir at ein av limunum í Etiska ráðnum, sum var endurvald, hevur boðað frá, at viðkomandi ikki ynskir at halda fram, er ein nýggjur limur valdur í ráðið í staðin.

Talan er í hesum føri um ein lim, sum landsstýrismaðurin tilnevnur, og har tað í serligu viðmerkingunum til § 6 í lógini  er útgreinað, hvussu hesin limur eigur at veljast:

“Landsstýrismaðurin tilnevnir harumframt ein lim. Hugsað verður um, at hesin limur m.a. skal hava heilsufakligan kunnleika til gransking og viðgerð innan læknafrøði, og til gransking og viðgerð  innan  heilsuøkið.  Mett  verður,  at  tað  er  neyðugt  at  hava  eitt  heilsustarvsfólk  við læknafakligari bakgrund í ráðnum, av tí at stórur partur av tí granskingarvirksemi, ið fer fram viðvíkjandi lív- og ílegutøkni innan heilsuøkið, verður gjørt av læknum”.

Í samsvar við omanfyrinevndu serligu viðmerkingar til lógina, hevur landsstýrismaðurin tilnevnt Katrina Kallsberg, serlækna í kvinnusjúkum og burðarhjálp, sum lim í Etiska ráðnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder