Annað

John Paul de Joria helst ávegis úr føroyskum sjóøki

John Paul de Joria kom í føroyskan sjógv tann 7. juli, men tað sær nú út til, at skipið hevur sett kós úr aftur føroyskum sjóøki.

Mynd úr Skopunarfirði í dag. John Paul de Joria ætlaði sær til Sandavágs, men kláraði ikki á Sandavág áðrenn liðugt var at merkja grindina. Óðin, Tjaldrið og Brimil vóru øll stødd í Skopunarfirði.

Mynd úr Skopunarfirði í dag. John Paul de Joria ætlaði sær til Sandavágs, men kláraði ikki á Sandavág áðrenn liðugt var at merkja grindina. Óðin, Tjaldrið og Brimil vóru øll stødd í Skopunarfirði.

2023-07-19 20:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Um 9:30 tíðina í morgun var ein grind funnin inni á Sandavági nakrir hval vórðu merktir. 

John Paul de Joria setti alt fyri eitt kós ímóti Sandavági, men kláraði ikki fram áðrenn liðugt varð at merkja.

Skipið hjá Paul Watson - John Paul de Joria - hevur verið í føroyskum sjógvi í útvið tvær vikur, og skal manningin møta í rættinum í morgin fyri at hava brotið lógina.

Men um hugt verður inná fishin.fo í kvøld, so kundi tað sæð út til, at John Paul de Joria hevur sett kós úr aftur føroyskum sjóøki.

John Paul de Joria er í løtuni 27 fjórðingar suður úr Akrabergi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder