Politikkur

Jóhan er klárur til fólkatingsvalið

Jóhan Christiansen, ið eftir 12 ár sum borgarstjóri í Eysturkommunu hevur hildið ein steðg frá politikkinum, stillar upp fyri Tjóðveldi til Fólkatingsvalið.

2022-10-05 23:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 - Eg havi ikki fyrr verið nakað serliga stórur fortalari fyri føroyskari umboðan á fólkatingi, men umboðanin seinastu 4 árini og støðan í heiminum í dag hevur víst, at tað er avgerandi, at tjóðskaparvongurin í Føroyum er umboðaður á Fólkatingi, sigur Jóhan Christiansen, sum fyrstu ferð stillar upp til Fólkatingsval.

- Tjóðveldi arbeiðir fyri loysing frá Danmark, og hetta er fyrst og fremst nakað, sum skal avgreiðast í Føroyum. Sjálvandi eru tað borgararnir, sum liva í Føroyum, ið skulu taka tað avgerðina. Men tað ber ikki til, at danir ganga við einari fatan av, at Føroyar bara eru ein prikkur á kortinum yvir stóra danska ríkið. Tí hevur tað týdning, fólkatingið og danska fólkið áhaldandi fáa at vita, at tað altso er ein stórur partur av Føroyar fólki, ið als ikki eru nøgdur við skipanina, sum hon er í dag, staðfestir Jóhan Christiansen.

Jóhan er 45 ára gamal, býr í Leirvík og var fíggjarleiðari á Høvdavirkinum í Leirvík, áðrenn hann gjørdist borgarstjóri í Eysturkommunu. Síðan avgerðina um ikki at stilla upp í kommunupolitikki, hevur Jóhan Christiansen arbeitt við taraaling hjá Ocean Rainforest.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder