Ítróttur

Javnt í toppdystinum

Høgni Egilstoft Nielsen hevði møguleika at tryggja sær FM-heitið, tá hann í dag møtti nærmasta kappingarneytanum, Luitjen Akselsson Apol, við hvíta fólkinum. Fyri at gerast føroyameistari skuldi Høgni vinna talvið, meðan Luitjen við einum sigri kundi leggja seg undir liðina á Høgna í oddinum.

2022-04-14 19:26 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað gekk javnt á fyrstu løtuna, men í einum rímiliga fløktum miðtalvi við nógvum fólki á borðinum var Luitjen óneyvir. Høgni vann sær fyrimun, men oddamaðurin megnaði ikki at finna røttu leikirnar í fløktu støðuni til at varðveita fyrimunin. Tí javnaði støðan seg skjótt út, og fáar leikir seinni samdust teir báðir um javnleik. Við hesum skal Høgni nú bert hava javnt í morgin fyri at tryggja sær triðja føroyameistaraheitið á rað. Luitjen hinvegin mundi helst hava eina vón um at koppa Høgni í dagsins dysti og harvið leggja seg undir liðina á honum í oddinum, men hinvegin man hann nokk eisini vera rímiliga væl nøgdur við at hava fingið ½ stig móti Høgna, tá alt kemur til stykkis. Við hesum varðveitir ungi maðurin eisini 2. plássið í kappingini.

Hans Kristian Simonsen liggur nú best fyri í kappingini at taka 3. plássið. Hans Kristian hevði í dag hvítt móti Willa Olsen, og talan gjørdist um eitt lívligt og skjótt talv. Hans Kristian fór heilt tíðliga í eitt øgiligt álop, har hann bæði lat finnur og menn fara. Hetta vísti seg at vera ein góð avgerð. Wille fann ikki røttu leikirnar til at verja seg, og eftir bert 19 leikir gav hann skarvin yvir.

Rógvi Egilstoft, sum ikki hevur havt sína bestu kapping, hevði í dag hvítt móti pápanum, Torkili Nielsen. Í dag riggaði væl hjá Rógva Egilstoft. Hann kom væl frá byrjan og vann sær skjótt ein lítlan fyrimun. Hesin fyrimunurin gjørdist bara størri og størri, og tá teir báðir feðgarnir fóru inn í endatalvið, hevði Rógvi tvær finnur fleiri. Her lat hann ikki við seg koma og vann seg upp á 3 stig í kappingini.

Í seinasta talvinum í dag samdust Rani Nolsøe og Carl Eli Nolsøe Samuelsen um javnleik eftir bert 9 leikir.

Í morgin er seinasta umfar á skránni. Tá skal Høgni hava í minsta lagi javnleik við svørtum móti Willa Olsen fyri at tryggja sær triðja meistaraheitið á rað.

 

Heðin aftur á beint

Sjálvt um Heðin Gregersen tapti sítt fyrsta talv í gjár eftir fýra sigrar á rað, so var hann tó enn á odda í 1. Bólki undan dagsins umfari. Hann var ½ stig framman fyri Jón í Horni Nielsen.

Men í dag bragdaði aftur hjá Heðini Gregersen við hvíta fólkinum móti Heiðriki T. Jacobsen. Tað gekk annars leingi javnt á, men tá Heiðrikur brádliga var óneyvur tvær ferðir innan fáar leikir, var Heðin Gregersen eirindaleysur. Hann revsaði beinanvegin Heiðrik, og so var sigurin heima.

Nærmasti kappingarneytin hjá Heðini Gregersen, Jón í Horni Nielsen, megnaði ikki at fáa fulla úrtøku í dag. Hann telvaði javnt móti Herlufi Hansen, og við hesum er Heðin Gregersen nú 1 stig framman fyri bæði Jón í Horni Nielsen og Janus Skaale, sum í dag vann á Boga Hansen Eliasen.

Í seinasta umfarinum í morgin kann Heðin Gregersen tryggja sær sigurin í 1. bólki. Fyri at gerast vinnari av 1. Bólki, skal hann í minsta lagi hava ein javnleik móti Boga Hansen Eliasen, sum enn ikki hevur fingið nakað stig.


Brandur er nú á odda

Í almenna bólkinum er Brandur Højgaard nú einsamallur á odda. Brandur hevði í dag svart móti Silas G. Hannesarson, og leingi líktist tað einum javnleiki millum teir báðar. Men brádliga var Silas G. Hannesarson óneyvur og gjørdi ein stóran feil, og Brandur Højgaard takkaði fyri.

Undan dagsins umfari var Brandur javnur í oddinum við Rógva Mørkøre, sum ikki hevði tapt ein talv, áðrenn hann í dag møtti Henrik W. Joensen við svørtum. Ein stóran part av talvinum í dag var heldur ikki líkt til, at Rógvi skuldi fáa sítt fyrsta tap. Hann telvaði nevniliga væl og hevði vinnandi fyrimun, tá hann brádliga gjørdist óneyvir. Tveir stórir feilir mest sum upp í slag blivu dýrir, og so vann Henrik W. Joensen. Við sigrinum er hann nú nærmasti kappingarneyti hjá Branduri Højgaard í oddinum. Hann er ½ stig aftanfyri.


Fýra javnir í oddinum

Tað man ikki vera ofta, at unglingakappingin hevur verið so jøvn, sum hon er júst í ár. Undan dagsins umfari var Jónas Sólsker fremstur, meðan Rógvi Heinason Olsen var nærmasti kappingarneytin hjá honum ½ stig aftanfyri.

Men hetta broyttist alt í dag. Bæði Jónas og Rógvi taptu nevniliga síni talv í dag. Jón tapti við hvítum móti Petur G. Magnussen, meðan Rógvi tapti við hvítum móti Áka Ingason. Tá Poul Thomsen samstundis vann sítt talv móti Emil Jacobsen Jamil, eru tað nú fýra telvarar, sum liggja javnir í oddinum við 4½ stigi. Teir fýra eru Jónas Sólsker, Petur G. Magnussen, Áki Ingason og Poul Thomsen. Rógvi Heinason Olsen og Rókur Davidsen eru ½ stig aftanfyri.

Í seinasta umfari í morgin møtast fýra teir fremstu innanhýsis. Áki Ingason hevur hvítt móti Jónas Sólsker, meðan Petur G. Magnussen hevur hvítt móti Poul Thomsen.

Úrslit frá FM-kappingini kunnu síggjast her:

https://chess-results.com/tnr613225.aspx?lan=7&art=0

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder