Politikkur

Javnstøða – fyri menn

Líka síðani kvinnur fóru á arbeiðsmarknaðin, hava tær virkað fyri at fáa javnstøðu.

2023-01-02 10:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Og har hevur verið nógv at stríðast fyri, tá útgangstøði var hálv løn fyri sama arbeiði, eingin barsilsskipan, - ei heldur atgongd til allar  útbúgvingar ella arbeiði. So seint sum í 2020 er lógarbroyting gjørd um javnstøðu, tá tað snýr seg um hvussu lívrentan í pensiónini verður roknað, soleiðis, at kvinnur ikki vera revsaðar, um tær møguliga liva longur enn menn.

Men hvat hevur flutt seg viðvíkjandi javnstøðu um rættin til børnini?

Hvussu vit síggja leiklutin hjá monnum í familjuni, er rótfest í okkara lógum, orðavalum og gerðum.

Vit hava eitt orð ella hugtak – familjupápi ella familjumaður (googla tað, - heilt stuttlig úrslit). Hvat annað slag av pápa er, enn ein familjupápi? Vit hava ikki eitt tilsvarandi orð, sum t.d. familjumamma ella familjukvinna (googla, - tú finnur íhvørtfall einki). Tað er frammanundan givið, hvør leikluturin hjá kvinnuni er, meðan vit seta orð á tað, um maðurin røkir leiklutin sum pápi.

Vit hava rótfest leiklutin hjá monnum við lóg. Tað er lættari hjá kvinnum at fáa foreldramyndugleikan, og tað verður hildið vera ein fullkomin vesalaváttan fyri kvinnuna, sum persón, um hon ikki hevur foreldramyndugleikan. So má vera okkurt púra galið við henni? Maðurin verður ikki dømdur á sama hátt, um hann ikki hevur foreldramyndugleikan. Tíbetur er tað nú møguligt at hava felagsforeldramyndugleika, hóast foreldrini ikki hava verið formliga hjún.

Í Løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar, er staðfest, hvussu gjald skal avgreiðast, og áhugavert í hesum er, at lógin gevur tí gjaldsskylduga møguleika fyri at fáa eftirgivið sína skuld. Hetta kann skiljast soleiðis, at samfelagið sigur við tann gjaldskylduga, “far bara víðari, stovnað nýggja familju, vit lofta tínum leikluti í tí undanfarnu”. Tað eru í løtuni 641 kvinnur og 57 menn, sum fáa barnagjald umvegis Almannaverkið. Tað eru ikki almenn hagtøl fyri hvussu hendan skuld verður eftirgivin, so, vónandi er hetta sera sjáldsamt.

Nógv kjak hevur verið í Løgtinginum um barsilsskipan og um at marka dagar til pápan. Tann mest undarligasta grundgevingin ímóti hesum er, at mann ikki skal trýsta menn til at vera heima og taka sær av børnunum. Og tað er júst við hesum hugburðinum, at vit klippa mannin úr familjumyndini. Tíðirnar eru broyttar, maðurin er ikki longur einsamallur um inntøkurnar til húsarhaldi, men fótafesti sum pápi kann hann lætt missa.

Í 2022 varð samtykt í lóg, at menn eisini kunnu fáa ráðgeving, um teir eru fyri harðskapi í nærsambondum. Sama ráðgeving hevur verið fyri kvinnur í meira enn 30 ár. Vit hava ikki orð fyri harðskapi ímóti monnum í parlagi. Uttan orð er eingin tilvitan, uttan tilvitan, so er hetta ikki til.

“Tú sleppur ikki at síggja børnini” er harðskapur, sálarligur harðskapur.

Kvinnuhúsið fer at veita hesa ráðgeving, og so kann mann spyrja, hví skal Kvinnuhúsið ráðgeva monnum um hetta?

30 ára vitan og royndir um harðskap er savnað í einum stað, og tískil er tað upplagt, at hesi veita ráðgevingina.

Men hartil skulu vit gevast við at síggja hetta sum ein bardaga millum kynini. Vit skulu líkastilla, javnseta, menn og kvinnur, pápar og møður, - í lógum, gerðum og orðum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder