Politikkur

Javnrættindi fyri Føroyska landbúnaðin

”Tann føroyski køkurin” er heitið ið hevur vunnið sær viðurkenning. Hesa æru eiga okkara sera dugnaligu kokkar. Teir hava ikki bert gott gastronomiskt handverk, men hava havt neyðuga ágrýtnið og treisknið ið skal til. Fiskurin verður fluttur av landinum óviðgjørdur. Neytakjøtið liggur í kø til at verða burturbeint á brennistøðunum. So umstøðurnar hava ikki verði góðar.

2022-11-18 11:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroyingum dáma væl eplir. Vit innflyta áleið 9 tons (9.000kg) av eplum um døgnið. Hendan nøgdin svarar árliga til 228 - 40 fót byngjur. Hetta er alt útlendsk eplir, ið fáa nógvan stuðil úr londum tey verða framleidd í. Eplir vaksa væl í Føroyum

Hvør føroyingur etur áleið 20 kg av neytakjøtið árliga. Til samanbering framleiða vit einans 3 kg. Meðan hetta er støðan, avlívað vit stóran part av tarvskálvunum nýkálvaðar. Føroyska kálvakjøtið kostar meira enn dupult so nógv at framleiða, samaborið við tað útlendska. Aftur her liggur størsti munurin í stuðilsskipanum, útlendska frameiðlsan fær.

Vit skula ikki stuðla í eyst og vest, men ístaðinfyri at lata standa til, meðan peningurin fossar út av landinum, eiga vit at bremsa hesi óndu ringrás, við at stuðla framleiðslu innan føroyska landbúnaðin. Tað eru fleiri møguleikar, fóður til søluendamál ella stuðil til nýíløgur, bara fyri at nevna heilt fá burturúr rúgvuni. Alt til endamáls at framleiða

Nógv kann gerast fyri sama virðið ið fer av landinum, uttan at kosta føroyska búðskapinum eitt oyra.

Eg havi sjálvur verði við at ment heitið ”Stutt Flutt”, saman við Gásadalsgarðinum. Stuttligt er at síggja hvussu góð móttøkan er. Eisini úr vinnuni, tí fleiri brúka sloguna ”Stutt Flutt”. Heitið sendir eisini góða boðskapin um at vit hugsa um umhvørvið. Millum annað hava vit selt føroysk eplir í net posum, lættsaltað kálvakjøt og feskar búffar av búnaðum føroyskum neytakjøtið, í handlinum. Men ikki fyrrenn vit fáa hesi grundleggjandi viðurskiftir uppá pláss, so eru tað bert nøkur heilt fá ið royna. Hesi verða verðandi í byrjanarfasuni, tí hetta er ikki haldført.

Yvirskipað innflyta vit óv nógvan mat. Kanning vísur at føroyingar hava høgt tal, innan tarmsjúkum. Haldføringsevnir og evnir til pakkiðtilfar eiga uttan ivað sín part.

Vit vilja verða sjálvbjargin í einum vælferðar samfelag.Var koronasmitta 100% vissa fyri deyðsfallið so vildu øll heimsins lond stongt síni landamørk alt fyri eitt, í mánaðir. Tá vildi korona ikki verði størsta hóttanin ímóti livikorum føroyinga, men hungur.

Hetta muga vit fyrihalda okkum til og ein greiður málsetningur má ásetast skjótast tilber. Vit muga fáa gongd á. Hetta er alneyðugt.


Bergur Robert Dam Jensen

Valevnið hjá Javnaðarflokkinum

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder