Politikkur

Javnaðarportalurin leggur eftir Jørgen og Fólkaflokkinum

“Óheftið viðmerkjarin” hjá Kringvarpinum blandar seg nú av álvara uppí valstríðið.

2022-10-20 22:54 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í einum óhugnaligum álopi, leggur hann Jørgen Niclasen og Fólkaflokkin undir at skemta við – og harvið bakatelliserað – mistakið hjá Jørgen.

Jørgen hevur tikið avleiðing av tí hann hevur gjørt, og hevur biðið føroya fólk um umbering.

Vit eru øll ymisk og hava ymiskar hættir at koma burturúr teimum mistøkum, vit koma okkum uppí, fyri at fáa gerðandisdagin at hanga saman aftur.

Vinmaðurin hjá Jørgen hevur gjørt ein sang í samband við Fólkatingsvalið, har hann heitir á veljaran, um at velja Jørgen á Fólkating. Hetta tolir “óhefti viðmerkjarin” ikki.

At “óhefti viðmerkjarin” nýtir frískliga innslagið frá vinmanninum hjá Jørgen til at ríva upp í misstakinum, vísur murina og sanna andlitið hjá “viðmerkjaranum” og Javnaðarflokkinum.

Skipaða herferðin hjá Javnaðarflokkinum at lýsa Fólkaflokkin og veljarar tess, sum ørvísi hugsandi og ikki sum fólk flest, heldur áfram. Óhugnaligt propaganda.

Jacob Vestergaard.

Les hvat Eirikur Lindenskov skrivar her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder