Politikkur

Javnaðarflokkurin liggur flatur og bíðar

Hvørja ferð vit biðja um nakað frá Vesturheiminum, er svarið BÍÐA.Sambandið millum vestanlond er sera gott, men hví er tað altíð vit sum skulu bíða?

2022-06-20 14:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vesturheimurin, (ES), biður okkum um at boykotta Russland. Javnaðarflokkurin svarar glaður við brestin: JA.

Sama ES boykottar Føroyar við (tí, ið eg kalli) revsitolli. Hesin tollurin kemur á okkara vørur, um tær skulu inn í ES. Hetta verður ikki gjørt við t.d Ísland og Norra.
Tá vit biðja um at fáa fríhandilsavtalu, (fáa revslitollin burtur) er svarið BÍÐA. Vit hava nú bíða í nógv ár.

Vit hava eisini roynt at fingið tollin burtur við at blíva partur av EFTA. Londini eru Norra, Ísland, Sveis og Liktinstein, men svarið er tó BÍÐA.

Vit ynskja limaskap í heimshandilsfelagsskapinum WTO.
Danir hava í áravís svarað, at teir eru jaligir, men mugu hyggja og kanna. Her vera vit eisini biðin um at BÍÐA.

Danskir forsetisráðharrar senda m.a. umberingar fyri fortíðina og síðani eina rúgvu av flogvallarpengum til Grønlands.

Løgmaður hevur ofta tosað við danska forsetisráðharran um, at vit yvirtaka Íleggingargrunnin, soleiðis at vit kunnu fíggja flogvallarútbygging. Svarið er at tey skulu kanna málið. Vit verða biðin um at BÍÐA.

Vit havi biðið um at yvirtaka føroyska loftrúmið. Við teimum inntøkunum, kundu vit sjálvi bygt og riki ein radara og givið NATO myndirnar ókeypis. Danir siga at tað er ikki snilt. Vit verða biðin um at bíða.

Danir og NATO ynskja nú ein danskan radara í Føroyum. Jenis og Javnaðarflokkurin liggja flatir og geva játtandi svar uttan nakað. Fólkafloksumboðini í Uttanlandsnevndini vóru positiv, men mæltu til at BÍÐA. Miðlar og Javnaðarflokkurin hildu lítið um tað.

Sjálvandi eru vit partur av vesturheiminum sum ein viðspælari, men vil vesturheimurin tað líka nógv sum vit? Tá vit biðja um nakað, er svarið frá teimum øllum, BÍÐA. Tá vit verða spurd um nakað, ljóðar tað sum deyðsynd at svara BÍÐA.


Ein vísur persónur hevði við hesi støðu vunnið okkum fyrimunir.


Jørgen Niclasen, tingmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder