2022-10-25 21:00
Skjóti bóltsnillingurin kom til okkara úr KÍ til kappingaruppstartin 2022, har hann skuldi vera við til at styrkja um álopspartin. Hetta má man siga hevur eydnast til fulnar.
Í fyrsta dystinum móti AB skoraði hann tvey mál í 3-3 dystinum, sum kundi síggjast sum eitt tekin um, hvat var í væntu. Jasper hevur skorað 9 mál í ár, og hann er við í tí mesta, sum hendir fram eftir vøllinum.
Hansara ágrýtni og serliga skil fyri spælinum er ein frægd at eygleiða sum áskoðari.Vit eru sera glað um samstarvið og fegnast um, at Jasper tekur enn eitt ár í 07 Vestur, tað skrivar 07 Vestur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald