Vinna

Jákup Eli Thomsen er nýggjur stjóri hjá Varðanum Pelagic.

Jákup Eli er frammanundan stjóri í P/F Faroe Marine Products, vanliga nevnt Høvdavirkið, og kemur frameftir at vera stjóri á báðum framleiðsluvirkjunum hjá Varðanum á landi.

2026-08-11 22:47 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Undarfarni stjórin í P/F Varðanum Pelagic heldur fram sum stjóri í móðurfelagnum, P/F Varðanum. 

Jákup Eli hevur drúgvar royndir við leiðslu og rakstri av framleiðsluvirksemi. Við setanini í Varðanum Pelagic verður lagt upp til at gagnnýta hesar royndir tvørtur um bæði framleiðsluvirkini og samstundis styrkja samstarvið og samskipanina teirra millum.

P/F Varðin Pelagic á Tvøroyri og P/F Faroe Marine Products í Leirvík eru sjálvstøðug feløg við hvør sínum virksemi, men við felags stjóra, og dugnaligum starvsfólkum, verður enn størri møguleiki at gagnnýta vitan, førleikar og felags møguleikar tvørtur um virkini.

Varðin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder