Vinna

ÍSF á fundi við reiðfeløg

Í gjár luttók ÍSF á sera áhugaverdum fundi, millum reiðfeløgini í Havnadali.

2023-05-17 11:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Evnið var trivnaður og samskiftið millum tey ungu, sum dagliga eru ein partur av føroyska reiðumhvørvinum.

Ungdómsnevndirnar í feløgunum høvdu tikið stig til fundin og høvdu bjóða ítróttaráðgevanum hjá ÍSF við. Ein sera áhugaverdur fundur har ymiskar avbjóðingar, sum tey ungu í reiðfelagsskapinum stríðast við, blivu viðgjørdar.
ÍSF gleðist um at reiðfeløgini taka hendan trupulleikan í álvara og arbeiða við hesum máli
Í strategiini hjá ÍSF stendur:
"Vit vilja menna sunnar og tryggar ítróttafelagsskapir, har ØLL kunnu finna ítróttagleði og samanhald. Bæði íðkarar, venjarar, hjálparfólk og áskoðarar. Vit virða øll tann ymiskleikan, sum hvør einstakur ber við sær inn í felgsskapin, og málið er, at eingir íðkarir gevast, tí tey ikki kenna seg sædd ella vird. ØLL skulu fáa sínar sigrar, og vit samgleðast - bæði um smáu, persónligu sigrarnar og teir heilt stóru - Málið er, at øll vilja koma aftur næstu ferð"

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder