Intra flytir sítt virksemi til hølini hjá Kodio á Strondum. Hetta leggur lunnar undir at sameina styrkirnar hjá báðum feløgunum og skapa eitt sterkt, samansjóðað felag, ið miðvíst kann arbeiða móti felags málum. Uppkeypið gevur møguleika fyri at leggja størri dent á at menna heimasíður og KT-loysnir til bæði føroyska og útlendska marknaðin, umframt at bjóða loysnir innan samleika og grafiska sniðgeving.
Jógvan Andersen, fyrrverandi stjóri og eigari av Kodio, hevur samstundis valt at seta pengar í Intra. Jaspur Langgaard, stjóri á Intra, fegnast um, at Jógvan framvegis verður partur av Intra-toyminum – nú sum eigari. “Jógvan er bæði nærlagdur og framskygdur – og vit eru sera fegin um, at hann framhaldandi fer at spæla ein virknan leiklut í framtíðarætlanunum hjá felagnum,” sigur Jaspur Langgaard. Umframt Langgaard brøðurnar og Jógvan Andersen eiga m.a. Framtak og Scient Invest í Intra.
Kundarnir hjá báðum feløgum kunnu vænta sær betri tænastur og nýskapandi KT-loysnir, sum bæði nøkta tørvin hjá verandi kundum og skapa nýggjar møguleikar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald