Vinna

Innskriving á flogvøllinum í Kastrup flutt

Frá 1. mars 2022 flytir Atlantic Airways fráfaringarhøll á flogvøllinum í Kastrup frá terminali 3 aftur í terminal 2, har Atlantic Airways fyrr hevur havt sína innskriving. 

2022-02-28 12:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sostatt skulu ferðafólk hjá Atlantic Airways, ið flúgva úr Keypmannahavn, nú skriva seg inn til ferðina í terminali 2. Hetta merkir, at ferðafólk, ið hava viðføri at skriva inn til ferðina til Føroya, skulu tey gera hetta í terminali 2.

Innskriving verður í økinum við pultarnar 96-108, har tríggir pultar eru settir av til innskriving hjá Atlantic Airways burturav. Kunning um, hvørjir pultar hava opið fyri innskriving, sæst á kunningarskíggjunum í sjálvum terminalinum. Til ber eisini at nýta sokallaðu ‘kioskirnar’ og bagdrop, um ferðafólk sjálvi vilja skriva viðføri inn til ferðina á flogvøllinum.

Hetta hevur tó ongar broytingar við sær fyri tey, ið bert hava handviðføri, og ferðafólk kunnu framvegis skriva seg inn til ferðina á netinum ella í Atlantic Airways appini eins og áður

Innskrivingin á sjálvum flogvøllinum letur upp tríggjar tímar fyri fráferð.

Skiftið kemst av, at Atlantic Airways hevur fingið nýtt umboðsfelag á flogvøllinum í Kastrup, og frá 1. mars er tað Aviator, ið umboðar Atlantic Airways í Kastrup Lufthavn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder