Skálafossur landar í Miðvági
Trolbáturin Skálafossur landar í dag 11.000 pund til Snarfrost í Miðvági, mest hava teir av toski, teir hava roynt norðanfyri.
Sigatindur landar í Leirvík
Trolbáturin Sigatindur landar 11.000 pund í Leirvík, mest hava teir av toski og hýsu, Sigatindur hevur roynt norðanfyri.
Jens Leon landar í Leirvík
Trolbáturin Jens Leon landar í dag 16.000 pund í Leirvík, mest hava teir av toski og hýsu, teir hava roynt norðanfyri.
Túgvusteinur landar í Havn
Garnaskipið Túgvusteinur landar 15.000 pund til Barið í Havn, teir hava roynt vestanfyri og hava mest av svartkalva.