2026-02-23 09:00
Fyri komur á FAE.fo stóð eitt heldur óvanligt navn á listanum í gjár. Talan var um Anchorage í Alaska.
Vit settu okkum í vikuskiftinum í samband við FarCargo, og spurdu hvat flogfarið hjá teimum gjørdi í Alaska. Talan var um ein leigutúr úr Oslo.
Sambært Flightradar24.com, so er teinurin úr Alaska til Føroyar umleið 6000 km, og tók túrurin útvið 8 tímar at flúgva í einum.
-
Túrurin úr Anchorage í Alaska til Føroyar. Mynd: Flightradar24.com
-
Túrurin úr Oslo til Anchorage í Alaska. Mynd: Flightradar24.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald