Ítróttur

Víkingur – HB fluttur til 1. apríl

Veðrið argar framvegis, og fyri at binda um heilan fingur hevur kappingardeildin hjá FSF avgjørt at flyta dystin millum Víking og HB til mikudagin 1. apríl

Dysturin í MeistaraDeildini hjá monnum millum Víking og HB er nú fluttur til mikudagin 1. apríl klokkan 19:00 - Mynd: Hans Erik Danielsen

Dysturin í MeistaraDeildini hjá monnum millum Víking og HB er nú fluttur til mikudagin 1. apríl klokkan 19:00 - Mynd: Hans Erik Danielsen

2026-03-23 09:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Fyrr í vikuni vórðu fýra av fimm dystum í triðja umfari í MeistaraDeildini hjá monnum annaðhvørt framskundaðir ella útsettir orsaka av veðri.

Teirra millum var dysturin millum Víking og HB, sum bleiv útsettur til í annaðkvøld, mánakvøldið klokkan 18:30.

Men sambært forsøgnini verður veðrið í annaðkvøld lítið frægari, og tí er avgjørt at flyta dystin millum Víking og HB til mikudagin 1. apríl klokkan 19:00 í staðin.

Tað merkir samstundis, at lutakastið til steypakappingina hjá kvinnum og monnum eisini verður útsett. Nær tað verður, verður kunnað um seinni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder