Mentan

Vígslukonsert í Vestmanna kirkju

Í sambandi við, at nýggja orglið í Vestmanna kirkju verður vígt og tikið í nýtslu, verður vígslukonsert í kirkjuni mikukvøldið 19. mars kl. 19:00.

2025-03-17 07:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Talan er um nýtt og framkomið kirkjuorgul frá Content orgulverksmiðjuni í Niðurlondum – tað fyrsta av sínum slag í Føroyum.

Maria Sommers Nolsøe, prestur, vígur orglið og Gerwin Boswijk, organistur úr Niðurlondum, spælir á kirkjuorglið.

Talan er um eina fjølbroytta konsertskrá, har áhoyrarin fær høvi at hoyra mongu møguleikarnar, ið nýggja orglið gevur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder