Mentan

Ólavsøkan byrjar við Tjarnir

Sunnudagin 26. juli letur Hoppilundin við Tjarnir upp í ólavsøkuhami. Opið verður frá kl. 13.00 til 18.00, og lagt verður upp til ein hugnaligan familjudag við spæli, undirhaldi og góðum ólavsøkustemningi.

2026-07-21 23:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í Hoppilundini verða hoppiborgir, mini golf, MySelfie og undirhald. Filip og Bjarki, sum nógv kenna frá Hoydalar-sendingunum, koma at syngja og spæla, og Klovnurin Bubu kemur eisini at undirhalda.

Sølubúðirnar við Tjarnir hava opið, og har verður møguligt at keypa millum annað franskan hotdog, poppkorn, candyfloss, blandað bomm, sunkist og sodavatn. Eisini ber til at keypa ballónir.

Skráin:

Kl. 14.00: Filip
Kl. 15.00: Klovnurin Bubu
Kl. 16.00: Bjarki

Við Tjarnir gleðir seg at bjóða børnum, familjum og barnsligum sálum vælkomin í Hoppilundina sunnudagin 26. juli frá kl. 13.00 til 18.00.

Við Tjarnir – vit hoppa hægri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder