Mentan

Við Tjarnir: Nú telja vit niður

Flestøll hava hoyrt um stórhøllina við Tjarnir. Men enn eru fá, sum hava sæð hana við egnum eygum. Tað høvið fáa føroyingar í næstum, nú atgongumerki skjótt fáast til stóra upplatingartiltakið, sum verður 1. mars kl. 19.30.

2024-12-13 11:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

– Tað verður ein serlig kensla, tá ið dyrnar verða latnar upp. Ikki bara fyri okkum, sum skipa fyri, men fyri alt landið, sigur Súsanna Sondum, samskipari.

Til hetta forkunnuga høvið verður tað eingin annar enn Føroya Symfoniorkestur, sum kemur at innvíga stórhøllina. Við teimum á palli verða heiðursgestirnir úr Vágaverki: á Stongum, Guttesen og Ravnsfjall.

– Føroya Symfoniorkestur í hesum umstøðunum? “Eftir 1001 nátt” við strúkarum? Tað verður ein fólkafest, so tað forslær, sigur Regin W. Dalsgaard, stjóri.

Marius Ziska og Lea Kampmann verða eisini boðin upp at framføra við Føroya Symfoniorkestri undir leiðslu av Bernharði Wilkinson, dirigenti. Tað er Teitur Lassen, sum hevur sett tónleikin hjá Leu Kampmann út til lítið orkestur.

Stórhøllin við Tjarnir fer at hýsa alskyns tiltøkum – alt frá tónleiki og ítrótti til stórar altjóða ráðstevnur.

– Hetta er heimavøllur Føroya, men tað merkir ikki einans hondbóltur. Hetta eru tiltøk á altjóða støði, sum seta Føroyar á heimskortið. Vit bjóða fólki upplivingar út yvir tað vanliga; upplivingar, sum festa seg í minni, sigur ein hugspentur Regin at enda.

Atgongumerkjasølan til upplatingartiltakið byrjar leygardagin 14. desember kl. 12 á www.tjarnir.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder