Vinna

Veststeinen kemur helst í føroyska Flotan fyri Kamb

Á Sunnmøreposten og Fiskeribladet eru greinar um línubát sum er seldur til Føroyar, og skal koma í føroyska flotan ístaðin fyri Kamb, sum sakk 6. februar í ár.

2024-08-16 20:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Norska línuskipið VESTSTEINEN, sum norska felagiið H. P. Holmeset keypti beint fyri jól í fjør, er nú selt aftur, hann kemur eftir øllum at døma undir føroyskt flagg ístaðin fyri KAMB.

VESTSTEINEN er 26 ára gamal, men sigst at standurin er góður.

Prísin vil Kjetil Holmeset hjá norska felagnum einki siga um, uttan tað, at teir fingu eitt boð uppá skipið, sum teir ikki kundu takka nei til.

Í løtuni vita vit ikki meira um keypið, men skriva aftur, tá ið vit vita meira.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder