HAVSTOVAN:
Síðsta hálvárið hevur Jákup Jógvansson Clementsen, ið lesur á Danmarks Tekniske Universitet, verið í starvslæru á Havstovuni. Tað er partur av lesnaðinum hjá Jákupi, ið væntandi lýkur prógv sum fiskivinnuverkfrøðingur næsta summar, á sætta semestri at fara í starvslæru á stovni ella virki við viðkomandi arbeiðsuppgávum.
Brislingur
Jákup hevur í høvuðsheitum fingist við tvær teoretiskar uppgávur, nevniliga at gera eina stovnsmeting av brislingi og at gera eina kanning av, hvussu stórur ein veiðuprøvi skal vera, fyri at fáa eina góða umboðan. Harafturat hevur hann eisini verið tveir túrar við Jákup Sverra.
“Starvslæran hevur verið áhugaverd og lærurík allan vegin ígjøgnum og bleiv ongantíð einstáttað, tí eg hevði tvær uppgávur, sum eg kundi skifta ímillum, umframt at eg slapp tveir túrar við Jákup Sverra. Starvslæran hevur givið innlit í, hvussu arbeiðið sum fiskivinnuverkfrøðingur kann vera, har mann skal finna tilfar fram sjálvur til at loysa uppgávurnar, og brúka teir førleikar, mann hevur lært, til at finna loysnir. Eg havi tó ikki staðið á berum. Her hevur verið góð hjálp at fáa frá fittum og dugnaligum fólki, sum løgdu mær lag á til tær ymsu uppgávurnar. Eg havi lært at gera stovnsmeting og at fáast við stór dátusett, har tað er umráðandi at hava gott yvirlit, so mann ikki ger nakað skeivt. Mær hevur sum heild dámt væl at vera í starvslæru á Havstovuni“ sigur Jákup um tíðina á stovninum.
Havstovan takkar Jákupi fyri tíðina, hann hevur verið í starvslæru her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald