Føroysku makrelskipini hava ikki havt góðan fiskiskap eftir makreli, og tí settu vit okkum í samband við Vørn. Vit vildu vita frá Vørn hvussu nógvan makrel føroysku skipini hava fiskað higartil í ár í mun til sama tíðarskeið 2023, 2022 og 2021.
Higartil í ár eru fiskaði 16.262 tons. Av teimum eru 9.751 tons fiskaði í føroyskum sjógvi og 6.512 í altjóða sjógvi.
Sama tíðarskeið í 2023 vóru fiskaði 142.299 tons. Av teimum vóru 101.062 tons fiskaði í føroyskum sjógvi og 41.237 í altjóða sjógvi.
Sama tíðarskeið í 2022 vóru fiskaði 85.951 tons. Av teimum vóru 27.061 tons fiskaði í føroyskum sjógvi og 58.890 í altjóða sjógvi.
Sama tíðarskeið í 2021 vóru fiskaði 58.272 tons. Av teimum vóru 26.847 tons fiskaði í føroyskum sjógvi og 31.425 í altjóða sjógvi.
Vit kunnu bert vóna, at makrelfiskiskapurin fer at batna nú.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald