Vinna

Vágamenn stavnin undan

Bæði oddaliðini vunnu stórsigrar í sjeynda umfari í fremstu deildini í landskappingini í talvi sunnudagin.

2022-02-06 23:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Suni Merkistein skrivar:

Føroyameistarnir úr Sandavágs Talvfelag vundu úr B-manningini hjá Havnar Telvingarfelag, og otaðu seg eitt hálvt stig framum A-liðið hjá havnarmonnum. Sandavágur hevur nú 21½ stig, Havnin 21. Fimm stig eru aftur til Klaksvík á triðja plássi, ið sostatt má metast at vera gliðið úr FM-stríðnum.



Fóru við øllum

Vágamenn gjørdu bart á Finsen. Tá tríggir tímar vóru farnir, sást framvegis ikki, hvønn veg tað bar í dystinum millum Havnina B og Sandavág. Tað bylgdist aftur og fram á øllum fýra borðum. Men væl líður eftir hjá sandavágsmonnum. Eitt lítið kvink her, eitt annað har, stigvíst verður akkumulerað, teir kýta seg nærlagdir, tíðin er knøpp hjá summum, tað ríður um snarið, kann fara báðar vegir, flutt verður í skundi, bæði á hesum og hasum borðinum gjálvar, lítið er út at geva, men tá ið krútroykurin hevur lagt seg, hava allir vunnið.  4-0 til føroyameistarnar móti liðnum, sum leingi hevur verið á triðja plássi í kappingini.

A-liðið hjá Havnini vann 3½-½ á Klaksvík B. Obligatoriska mannfallið hjá havnarmonnum - í dag høvdu Olaf Berg, Carl Eli Samuelsen og Sjúrður Thorsteinsson forfall - gav Hjalta Toftum Jógvanson møguleikan á fjórða borði. Hann loysti uppgávuna upp á stás. Helgi Dam Ziska og Martin Poulsen vunnu á fremru borðunum, men á triðja borði endaði javnt millum Luitjen Akselsson Apol og Ingolf Gaard.

Spenningur er nú í botnstríðnum millum Vestmanna og Klaksvík B. Vestmenningar eru farnir at rakna við, og hava nú fingið Klaksvík B aftur. Eftir góða dystin móti oddaliðnum úr Sandavági í sætta umfari, fingu klaksvíkingar harða mótstøðu í dag. Eitt nú vann Jákup á Rógvi á Ólavi Simonsen á 1. borði, men dystin vunnu klaksvíkingar kortini tepurt.

Samanumtikið er at siga, at stórur spenningur valdar bæði í toppi og botni í fremstu deildini, nú trý umfør eru eftir.


7. umfar - 1. deild
7. Umfar tann 2022/02/06 kl. 14:00
Bo.4  Havnar Telvingarfelag 2Rtg-6  Sandavágs Talvfelag 1Rtg0 : 4
1.1

Mortensen, Rogvi
2018-FM

Egilstoft, Rogvi
23610 - 1
1.2

Hansen, Herluf
1985-FM

Nielsen, Hogni Egilstoft
23840 - 1
1.3

Berg, Margar M.
1975-

Eydsteinsson, Silas
20460 - 1
1.4

Merkistein, Suni
1901-

Nielsen, Torkil
21680 - 1
Bo.3  Havnar Telvingarfelag 1Rtg-5  Klaksvíkar Talvfelag 2Rtg3½: ½
2.1GM

Ziska, Helgi Dam
2539-

Baldursson, Rani
19901 - 0
2.2FM

Poulsen, Martin
2302-

Johansen, Haldur Suni
19851 - 0
2.3

Apol, Luitjen Akselsson
2126-

Gaard, Ingolf
1912½ - ½
2.4

Jogvansson, Hjalti Toftum
1988-

Kalso, Steffan
15671 - 0
Bo.2  Klaksvíkar Talvfelag 1Rtg-1  Vestmanna Talvfelag 1Rtg2½:1½
3.1

Simonsen, Olavur
2217-

Andreasen, Jakup A.R.
19990 - 1
3.2

Nolsoe, Rani
2055-

Hojgaard, Samson
19691 - 0
3.3

Petersen, Terji
2030-

Brekka, Martin
20591 - 0
3.4

Skorastein, Simun
1637-

Olsen, Alfred A.
1806½ - ½



Støðan í 1. deild eftir 7. umfør

Rk.Lið1a1b2a2b3a3b4a4b5a5b6a6b TB1  TB2 
1Sandavágs Talvfelag 1 *  * 

44
21,514
2Havnar Telvingarfelag 1
 *  * 
4
21,012
3Klaksvíkar Talvfelag 1
½
 *  * 2
3316,09
4Havnar Telvingarfelag 202
 *  * 3
3
12,55
5Klaksvíkar Talvfelag 20
½½111
 *  * 
6,52
6Vestmanna Talvfelag 1½0
½1

 *  * 6,50


Skráin fyri írestandi umførini í fremstu deildini er henda:

8. umfar (27. februar)
Sandavágur - Klaksvík
Vestmanna - Havnin
Klaksvík B. - Havnin B.

9. umfar (13. mars)
Klaksvík B. - Sandavágur
Havnin - Klaksvík
Havnin B. - Vestmanna

10. umfar (26. mars)
Sandavágur - Havnin
Klaksvík - Havnin B.
Vestmanna - Klaksvík B.


Hinar deildirnar

Telvað hevur eisini verið í hinum trimum deildunum í dag, men summir dystir vórðu útsettir, í øðrum føri vanta úrslit, so yvirlitið er ófullfíggjað. Til ber at síggja meira nágreiniliga á heimasíðu Talvsambandsins - faroechess.com.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder