2024-01-14 20:15
Mikumorgunin, 17. januar kl 10 bjóða Pensjónistafelagið og Eldraráðið í Vágum morgunmat í Bygdarhúsinum Gleimi í Miðvági. Tá verður eisini hugnaløta, har høvi er at sita við stokkum, fáa eitt gott prát, spæla kort o.a. Tit kunnu taka eina 20 kr. við. Allir pensjónistar eru vælkomnir.
Í vikuni eftir, hóskvøldið 25. januar kl. 19, er hugnaløta í Marghøllini í Sørvági við frásøgn, sangi og drekkamunni. Nærri verður lýst seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald