Lýsing

Vága Kommuna søkir eftir námsfrøðingum til Smílikulluna

-

2022-06-02 07:17 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú hevur tú møguleika at gerast partur av toyminum í Smílikulluni í Vága Kommunu.

Smílikullan, er eitt frítíðarskúla tilboð, ætlað børnum í 1. og 2. flokki í Vága kommunu. Vit halda til í Gamla Skúla í Miðvági. Smílikullan liggur nær við fjøruna, sandin, fótbóltsvøllin, stóra spæliplássið í bygdini og viðarlundina. Hettar gevur okkum ríkar møguleikar til nógvar spennandi avbjóðingar bæði fyri børn og starvsfólk. Sí meira kunning á www.smilikullan.fo.

Søkt verður eftir 3 námsfrøðingum at byrja 17.08.2022. Talan er um tvey størv á 28 tímar um vikuna og eitt starv á 20 tímar um vikuna.

Vit ynskja av tær:

  • At tú ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
  • At tú ert fleksibul, hevur gott hugflog og dugir at hugsa í loysnum
  • At tú hevur góð samstarvsevnir
  • At tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og ert nærløgd/lagdur
  • At tú hevur hug og áræði at vera við til at skapa ein fjølbroyttan, stuttligan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgunum.

 

Løn- og setanarviðurskifti:

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF. Námsfrøðingar fylgja lønarstig 11 til 23 og hjálparfólk fylgja lønarstig 2 til 8.

Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 09:00 og kl. 17:00 í Smílikulluni.  Umsókn saman við lívsgongdarlýsing, viðmælum, prógvum og reina barnaváttan, skulu sendast til:

[email protected] (viðmerk ”umsókn”) ella til Vága kommuna, Hammershaimbsvegur 1, 360 Sandavágur, merk brævbjálvan “umsókn”.


Umsóknin skal vera okkum í hendi seinasta lagið mánadagin 17.6.2022 kl. 12:00

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Natascha Johannesen, virkandi leiðara, á tlf 794540.

Um eingin námsføðingur søkir starvið, verður hjálparfólk við sett í eitt tíðaravmarka starv

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder