Vinna

Útstykkingar í Kollafirði

Tórshavnar kommuna hevði útstykkingarnar í Kollafirði fyri á býráðsfundinum í dag.

2024-01-25 21:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Tvær aktuellar útstykkingar vóru fyri á býráðsfundinum í dag. Ein á Signabø, 18 stk. og ein á Lygnnesi 9 stk. Prísurin er settur til 500.000 kr. , og tá eru stykkini byggiklár. Um eftirspurningur verður, so verður farið í gongd beinanvegin, annars verða tillagingar.
Eisini var nýggja økið við Sjógv til viðgerðar. Býráðið samtyktið at taka undir við fyribilsavtaluni millum festaran og TK. Eisini var samtykt at heimila umsitingini um at bjóða arbeiðið at gera eina heildarmeting fyri økini 1, 2 og 3 út til privatu ráðgevaravinnuna.
Eg havi viðfest myndir av økjunum: Signabø nr 1, Lygnnes nr 2 og Framtíðar byggilendi í Kollafirði (við Sjógv) nr. 3, tað skrivar Jákup Dam býráðspolittikari.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder