Vinna

SEV: Útbyggingarætlanin almannakunngjørd

.

2024-04-19 14:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


SEV skrivar:

Hvat skal til fyri at náa málinum?

Útbyggingarætlanin, sum umboð fyri Sev og Umhvørvisstovuna lótu úr hondum og handaðu landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum í fjør heyst, er nú almennakunngjørd. 

Síðan landsstýriskvinnan fekk frágreiðingina, hevur hon m.a. verið runt hjá kommununum, sum varða av økjum, sum arbeiðsbólkurin peikar á sum væl egnað útbyggingarøki, og kunnað um ætlanina áðrenn almannakunngerðina.

Sambært Terja Nielsen, menningarleiðara hjá Sev, er útbyggingarætlanin eitt týðandi stig á leiðini, men samstundis sigur hann, at hon er síðsta útkall. Um ikki nakað ítøkiligt verður gjørt fyri at fáa ætlanina framda í verki, nú, so kunnu vit gloyma alt um at náa málinum.

“Um 2030 ætlanin skal eydnast, mugu allar kreftir nú arbeiða saman fyri at fáa rættuliga gongd á og fáa framt tilmælini í verki”

sigur Terji Nielsen, sum saman við Helmu Mariu Tróndheim og Jón Nielsen hevur verið partur av arbeiðsbólkinum.

Afturat teimum sótu Kári Mortensen, Meinhard Eliasen og Tina Ragnudóttir frá Umhvørvisstovuni í bólkinum. Arbeiðslagið í bólkinum hevur verið serstakliga gott, sigur Terji.

Arbeiðssetningurin hjá bólkinum hevur verið at tryggja, at útboð av varandi orku og útbyggingar av elskipanini fáast at ganga hond í hond, so at elkervið á staðnum, har ið útbyggingar verða gjørdar, megnar at taka ímóti tí framleiddu orkuni. Arbeiðið fevndi í stuttum um fyrst at gera eina dagførda framskriving av tí mettu orkunýtsluni og síðani – við støði í hesari – at gera eitt uppskot til eina skipaða útbygging av varandi orku tey næstu fimm árini.

Við tað at ein útbyggingarætlan altíð er grundað á ávísar fyritreytir, sum galda, tá ið ætlanin verður løgd, verður talan altíð um eina løtumynd. Broytast fyritreytirnar, t.d. tí at framskrivingarnar av orkunýtsluni broytast, ella tí at nýggj tøkni talar fyri at endurskoða ætlanina, kann tað ávirka útbyggingarætlanina í størri ella minni mun. Vit eiga tí at endurskoða útbyggingarætlanina á hvørjum ári.

Arbeiðið er býtt upp í tríggjar frágreiðingar; ávikavist høvuðsfrágreiðing, modellútrokningar og samandráttur.

Tak niður:

Høvuðsfrágreiðing

Modelútrokningar

Samandráttur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder