
Álvaratos, um reiðaríi Palli hjá Mariannu ikki klárar seg við tí teir hava í dag, ja so skullu teir gevast og lata onnur sleppa framat.
Veiðuviðri hjá teimum báðum bátunum, sambart Vørn, seinastu 7 árini er fylgjandi:
Eitt reiðarí sum ikki klára seg við 390 milliónum í snitt seinastu 7 árðini, har tað einas hevur 2 skip, ja skilji tað tann í skilja vil, men har er okkurt gali um teir ikki klára seg.
Jú meiri man fær, tess meiri vil man hava, hattar er bara so, men at koma í miðlarnar og fáa føroyingar at taka sind í sær, tí tit hava ov lítið, tað haldi eg er yvir allan frekleika ein kann gera fyri tann framíhjá rætt teir hava fingið.
Um reiðaríi dreiv eitt reiðarí(skiparakstur), so skuldu nógvir pengar verði á bók. Men um peningurin verðu brúktur uppá at byggja byggningar og annað uttanfyri vanliga skiparakstur, ja so kemur at sansa at til endans.
Vónandi verður sølan steðga av mynduleikunum, so teir sum eru stórir ikki blíva størri. Teir stóru kvala teir smáu og fáa alt ov stóra makt. Eitt reiðarí skuldi maks kunna átt 5-10% av kvotunum innan uppisjóvarvinnuna. Tað sum gongur fyri seg er ikki gott fyri vinnuna og økini runt Føroya land. Ei heldur hoyrur man nakað frá manningarfeløgnum, sera sera undarligt.
Vit kunnu hyggja at teimum sum eru komnir inn, eitt nú Ango, Vestmenningur, Katrin Jóhanna, Birita og aðrir. Sólskin søgur og hesir leggja pengar eftir seg í lokal umhvørvinum, eins og kommunuskatturin er øktur øllum at frami lokalt. Tað skuldi verði meiri av hesum og enn fleiri smáir aktørar, tí tað tænir lokalt og búskaparliga betur fyri føroya land.
At enda vil eg bara heita á landsstýrismannin, Vørn ella rætta viðkommandi, stegða hesum ørðskapinum og er tað so at reiðaríi handan Jupiter ikki klárar seg, so lat annað aktør fáa roynt seg ella gev teimum nøkur tons frá teimum stóru, tí har er nokk til.
Vinarliga heilsan
Jan Haldansen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald