2022-01-26 17:13
Fíggjarnevndin í Eysturkommunu hevur tikið avgerð um at seta Unn Sørinardóttir Perdomo í starvið sum tekniskur leiðari í Eysturkommunu.
Unn Sørinardóttir Perdomo er 51 ára gomul og er útbúgvin byggifrøðingur. Umframt hetta hevur hon eisini tikið viðkomandi akademi útbúgving og skeið.
Unn Sørinardóttir Perdomo hevur leiðsluroyndir sum deildarleiðari í Húsaumsitingini hjá Tórshavnar kommunu og hevur eisini drúgvar royndir sum projekterandi byggifrøðingur í fleiri ár.
Unn Sørinardóttir Perdomo byrjar í starvinum sum tekniskur leiðari tann 1. mars 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald