Ítróttur

U21 ævintýrferðin

U21-ævintýrið fekk ein eydnusaman enda. Eftir svára tapið í hálvfinaluni reistu okkara menn seg og vunnu bronsdystin 27-26 móti Svøríki. Ítróttarsøga er skrivað eftir eitt megnaravrik av okkara ungu monnum, og í kvøld fáa teir heiðursmerki um hálsin í Póllandi.

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

2025-06-29 20:52 Author image
HSF
placeholder

Hóast Føroyar løgdu seg á odda, so runnu okkara aftaná tað mesta av fyrra hálvleiki. Okkara komu til góðar kjansir, men brendu heldur illa. Eitt skifti vóru sviar á odda við trimum, men spældu okkara seg upp seinastu 10 minuttirnar fyri hálvleik. Verjan batnaði og stóð Sasha framúr í føroyska málinum. Sasha helt í stóran mun okkara inni í dystinum í fyrra hálvleiki við 43 í bjargingarprosenti. Óli Mittún var aftur framúr í føroyska álopinum og gjørdi hann 6, helvtina av okkara málum í fyrra hálvleiki. Liðini fóru til hálvleiks við 12-12.

Verjan ikki rættiliga fatur á Axel Månsson, miðjuni hjá Svøríki, fyrstu løtuna í seinna. Álopsspælið var heldur stirvið, men Sasha helt áfram í føroyska málinum og stóð framúr. Føroyska álopsspælið ernaðist tó so líðandi og var heilt gott seinastu 20 minuttirnar. Høgni Højsted var óheppin við einari takkling eftir 40 minuttir og sá reytt, men tóktist hetta ikki at nerva okkara. Verjan stóð væl og 7 móti 6 spælið var í heimsflokki, serliga spælið inn á strikuna. Hóast Føroyar eitt skifti vóru frammanfyri við 5, so gjørdi óneyvleiki seinastu løtuna at nakað av spenningini kom í aftur seinast tveir minuttirnar. Okkara megnaðu tó at halda leiðsluna og vunnu 27-26.

Eftir dystin var føroyski málverjin, Aleksandar “Sasha” Lacok, kosin besti leikari í dystinum. Sasha helt Føroyum inni í dystinum í fyrra hálvleiki, har alt ikki hepnaðist í hinum endanum. Sasha hevur leikt sera stabilt seinastu dystirnar í kappingini.

HM-ævintýrið er av! Føroyar enda nr. 3 av 32 liðum, triðbest í heiminum! Søgan um føroyska U21-landsliðið hevur vunnið hjørtu, ikki bara í Føroyum, men kring allan hondbóltsheimin.

Dystargongdin Føroyar – Svøríki:
5 min. 2-1
10 min. 4-5
15 min. 6-7
20 min. 8-10
25 min. 10-12
30 min. 12-12
35 min. 14-15
40 min. 17-16
45 min. 19-18
50 min. 22-19
55 min. 25-21
60 min. 27-26

Málskjúttar hjá Føroyum:
Óli Mittún 9(1)
Ísak Vedelsbøl 6 (1)
Óla Jákup Gaard Olsen 2
Rókur Ziskason 2
Trúgvi Hávardsson 2 (2)
Niklas Gaard 1
Høgni Heinason 1
Høgni Højsted 1
Tóki Fríðriksson 1
Búi Poulsen 1
Sofus í Selvindi Nattestad 1

Málverjar:
Sasha Lacok 33%

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder