Ítróttur

U20 gentir og dreingir leika í EM endaumfarið í Madrid um vikuskifti

.

2025-08-21 16:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 



U20 gentir og dreingir leika í EM endaumfarið í Madrid um vikuskifti

 

Føroysku U20 dreingirnir og genturnar í sandflogbólti eru komin beint í endaumfarið í evropisku CEV EM kappingini, sum verður leikt í Madrid um vikuskifti. 

 

Genturnar eru Mariu Teresu Vitalis og Oslu Johannesen, sum í veruleikanum hava aldur til U18 kappingina eisini. Dreingirnir eru Rani Ákason og Filip Ilic.

 

Við tað, at talan er um EM endaumfar, er mótstøðan hjá liðunum báðum sera sterk.

 

Genturnar eru komnar í bólk F saman við Kekkia, Grikkalandi og Litava. Kekkiska liðið er styrkismett nr. 6 til kappingina, Grikkaland nr. 11 og Litava nr. 22. Føroysku genturnar eru styrkismettar nr. 27 av 32 londum.

 

Genturnar leggja fyri í dag kl. 12.20 ímóti Kekkia. Dystirnir ímóti Grikkalandi og Litava verða í morgin, men tíð er ikki sett á hesar dystirnar enn.

 

Dreingirnir eru komnir í bólk G saman við Ukreina, Fraklandi og Kroatia. Ukraina er styrkismett nr. 7, Frakland nr. 10 og Kroatia nr. 23. Føroysku dreingirnir eru styrkismettir nr. 26 av 32 liðum.

 

Dreingirnir leggja fyri í dag kl. 13.10 ímóti Ukreina. Kl. 18.10 í dag leika dreingirnir ímóti Fraklandi og dysturin ímóti Kroatia verður í morgin, men har er tíðin ikki ásett enn.

 

Livescore er á heimasíðuni hjá CEV  - cev.eu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder