Veðrið

Tyrlan var eftir einari kvinnu

Tyrlan flutti í gjár eina kvinnu á Klaksvíkar sjúkrahús.

2022-04-24 13:53 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 17:04 í gjár fekk MRCC støðin eina fráboðan um, at ein kvinna hevði fingið skaða í beini á Trøllanesi.

Boð blivu send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum flutti kvinnuna á Klaksvíkar sjúkrahús.

Á heimasíðuni hjá Vørn sæst, at tað tók 42. minuttir frá fráboðanin kom til kvinnan var á Klaksvíkar sjúkrahúsið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder