Politikkur

Tvey nýggj átøk innan barnaverndarøkið

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, fegnast um tvey nýggj átøk á barnaverndarøkinum, sum í dag hava fingið undirtøku í Løgtinginum. Talan er um partar av eykajáttanarviðgerðini, sum røkkur inn í fíggjarlógina fyri 2025.

2024-12-13 13:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyrra átakið er, at Almannaverkið kann fara undir at skipa ein barnaverndarstovn fyri børn við serliga tungum avbjóðingum, sum higartil hava verið send til Danmarkar. Fyri at tilboðið skal vera nøktandi krevst, at starvsfólk á nýggja stovninum fáa neyðugu førleikamenningina og yrkisførleikan til uppgávuna. Í fyrstu syftu verður neyðugt við vikarum úr Danmark afturat starvsfólkum frá Almannaverkinum. Landsstýrismaðurin fegnast um, at ein góð loysn nú er funnin á hesum málinum.

Seinna átakið er Familjutænastan, sum verður skipað í góðum samstarvi við Kommunufelagið. Talan er um eina broyting av Familjudeplinum, sum nú skal verða rikin sum Familjutænasta hjá Barnaverndarstovuni í netverkssamstarvi við Barnaverndartænasturnar kring landið, soleiðis at familjur í størri mun kunnu fáa hjálp og ráðgeving til at klára avbjóðingar, sum tey stríðast við. Nýbrotið við Familjutænastuni er ment í Barnaverkætlanini, sum er samstarv millum kommunur og landsmyndugleikar á barna- og ungdómsøkinum. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder