2024-01-16 14:56
Tá ið Norrøna kom á Havnina í gjáramorgunin, framdu tollarar hjá TAKS rúsevnaeftirlit á staðnum.
Í sambandi við eftirlitið varð komið fram á ikki minni enn 24 kilo av hassji í einum bili, sum tikin var til viks til kanningar, tá ið hann kom í land av Norrønu.
Eftir at smuglingin var staðfest, sendu tollararnir boð eftir løgregluni, sum kom á staðið og handtók smuglararnar, mann og kvinnu.
Málið liggur nú hjá løgregluni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald