Eingin fiskur er í dag boðin út á Fiskamarknaðinum.
Fiskamarknaðurin metir um vikuna:
Samandráttur.
Línuskip. Seks frystilínuskip eru undir Føroyum og eitt er í Barentshavinum. Restin liggur við bryggju.
Útróður: Streymurin verður góður, men veðri sær ikki so lovandi út, so tí er ikki vantandi at tað verður nógvur útróður.
Djúpvatnstrolarar: Báðir liggja við bryggju.
Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí, men øll eru nýliga byrjaði túr, so tað er ivasamt um nakað landar í vikuni.
Trolbátar: Tveir eru norðanfyri og fiska tosk og hýsu og so nakað av flatfiski og so er ein vestanfyri og fiskar havtasku. Allir landa í vikuni.
Garnaskip: Eitt garnaskip fiskar svartkalva.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald