Ítróttur

Trupulleikar við atgongumerkjasølu

Hondbóltssambandið harmast, at atgongumerkjaskipanin til manslandsdystin Føroyar – Ukraina ikki megnaði at handfara stóra eftirspurningin í morgun og fór niður.

2025-04-11 12:20 Author image
HSF
placeholder

Stóri áhugin gjørdi, at skipanin fóru niður eftir fáar minuttir. Nógv keyp vóru tó avgreidd, og hesi atgongumerki eru enn galdandi. Er peninginur trektur av kortinum og atgongumerki ikki móttikin á telduposti, verða tit biðin um at senda ein teldupost til hsf@hsf.fo

400 atgongumerki eru eftir at selja, og verður lutakast um, hvør ið kann keypa hesi. Fólk kunnu skriva seg upp til lutakastið á leinki, sum verður lagt út seinni í dag. Freistin at skriva seg upp er mándagin kl. 10.00. Møguleiki verður at skriva seg upp til í mesta lagi tvey atgongumerki.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder