2022-01-18 20:17
Tróndur í Gøtu er farin at sigla, teir hava 700 tons av góðari sild, vektin liggur um 320 gramm, sigur Emil Petersen, skipari við okkum á JN.fo í kvøld, hann roknar við, at verða á Tvøroyri tíðliga hósmorgunin.
Tað hevur viðrað illa í altjóða sjógvi norðanfyri hendan túriin - á uml. 68N og 2E, ættin hevur verið útsynningur, sum nú minkar og fer í útnyðring, so tað verður á síðuna og betri at sigla, segði Emil fyrr í kvøld.
Høgaberg, Finnur Fríði og Norðborg hava eisini roynt har norði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald