2022-02-04 11:14
Tróndur í Gøtu er á veg á Tvøroyri við 700 tonsum av sild, støddin liggur um 310 gram.
Vit tosaðu við skiparan Emil Petersen fyri løtu síðan, teir hava roynt á umleið 68,3N og 1E, har hevur bara verið eitt annað skip, eitt russiskt.
Tað hevur viðrað illa har teir hava roynt, eisini er fitt av vindi í morgun, men teir hava hann á síðuna.
Tróndur í Gøtu verður á Tvøroyri seinnapartin í morgin.
Skiparin helt, at teir komandii túr fara á lodnufiskiskap, tí veðurforsøgnnin, fyri komandi viku, er ikki so góð fyri sildaøkið, har teir hava roynt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald