Vit í ferðavinnunið sum veita útferðir, virka langt framm í tíð. Longu í marts mánaði skulu okkara ferðatilboð, prísir og treytir helst liggja klár til árið eftir. Hetta skal skiljast so, at vit longu nú, í februar 2024, sita og smíða útferðir, pakkar, prísir og annað sølutilfar saman, til ferðafólk ið væntast at koma til landið í 2025. Longu nú eru útlendskar ferðaskrivstovur byrjaðar at biða um tilfar til hvat vit koma at bjóða í 2025 og summi enntá til 2026. Tískil er tað av alstórum týdningi, at øll skilja at ongar broytingar mugu koma dag frá degi til dags ella við styttri skotbrái enn eitt til tvey ár framm. Hetta tykjast hvørki politikkarar ella tey, ið dagliga geva teimum ráð um ferðavinnuna, at skilja.
Lógaruppskotið um “Burðardygga Ferðavinnu” er enn eitt dømi um, at landsins myndugleikar, lóggevar og ráðgevar, als ikki hava skilt hvussu ferðavinnan virkar, tí hendan lógin skal koma í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd, eftir ætlan longu í summar. Kommunur skulu so, saman við bóndunum, verða liðug við teirra ferðavinnuætlanir 1. januar 2025 og endaliga góðkennast av Landstýrismanninum 1. juni 2025, mitt í háárstíðini hjá ferðavinnunið.
Tað merkir, at vit ferðasmiðir ikki kunnu gera nakrar útferðir, tilboð ella prísir meira enn nakrar vikur framm, tí vit vita ikki hvussu lógin blívur ella nær hon kemur í gildi og júst hvussu hon kemur at ávirka okkara virksemi og tær avtalur, ið vit hava havt við bóndur í áravís.
Eisini leggur lógin upp til, at Landstýrismaðurin skal gera eina “standardavtalu”, ið vit og bóndin skulu virka eftir. Hettar merkir, at okkara samstarv við bóndur skal góðkennast av Landstýrismanninum, ið situr við einum defakto vetorætti, um hvat vit kunnu taka frá okkara ferðaliðum og gjalda bóndanum. Ongin onnur vinna í landinum, ella í nøkrum frælsum landið yvirhøvur, hevur tílíka mikrostýring av eini vinnugrein, stýrda so avgjørt av politiska myndugleikanum. Eisini byggir hendan mannagongdin á enn meira umsiting, bæði innan landsmyndugleikar og serliga fyri kommunur, ið ikki tænir ferðavinnunið til nakran fyrimun. Tá vit skulu gera eina avtalu, so má “avgreiðslutíðin” vera so skjót sum til ber. At tað er vikuskiftið, frídagar ella summarferia kunnu vit ikki bíða eftir.
Um verandi lógaruppskot um “Burðardygga Ferðavinnu” ella aðrar lóggávur, ið ávirka ferðavinnuna, skulu blíva viðtiknar av Løgtinginum í ár, eiga tær tískil ikki at fáa gildi fyrr enn 1. januar í 2025 ella helst ikki fyrr enn 1. januar í 2026, so vinnan hevur tíð og møguleika at tilpassa seg og síni tilboð til lógina. Allar lógir og broytingar mugu sostatt fáa gildiskomu minst 1 ella helst 2 ár eftir kunngerð, um tær ávirka ferðavinnuna. Alt annað skapar eina óneyðuga óvissu og stúran, ið einans oyðileggur ferðavinnuna, heldur enn at hjálpa henni at vaksa og tillaga seg.
At koma sum ketta upp úr høvdatrog og tveita eitt uppskot til hoyringar, ið skrykkir alt verandi grundarlag undan samstarvi og útferðum, er ikki til nakran bata ella fyrimun hjá ferðavinnunið.
Eitt annað eg vil koma inn á, og sum “Náttúruverndargjaldið” eisini kundi fari til, heldur enn at frátaka bóndrum møguleikan at taka gongugjald, er til vegir, tunlar og farleiðir, har mest vitjaðu støðini eru í landinum. Okkara vegakervi er sum heild gott, men manglandi viðlíkahald, óneyðuga smalir vegir og annað er til stóran bága og vanda.
Eitt rímiliga feskt dømi er vegurin til Kirkjubøar. Har gjørdi Landsverk ein nýggjan veg, men noktaði at breiðka hann tað allarminsta, tí “teir mettu ikki tørvur var á tí”. Hesin vegur er ein av mest vitjaðu í landinum av stórum ferðafólkabussum! Hvørja ferð Norrøna kemur á Havnina, koyrir ein langur riðil av útlendskum bussum til Kirkjubøar. Ógjørligt er at víkja á vegnum, um nú til dømis býarbussurin ella annar ferðafólkabussur kemur ímóti teimum á vegnum. Har noyðist annar so at bakka allan vegin oman aftur í bygdina ella út til høvuðsvegin, tí útlendsku bussførararnir duga/tora ikki at bakka á smala vegnum. Landsverk vildi ikki eingang víðka møtiplássini.
Gongur leiðin norður til Gjáar, Saksunar ella Tjørnuvíkar, er (ó)skilið ofta tað sama. Eisini her møtir tú útlendingum í leigubili, sum ikki duga at víkja ella tora at bakka. Samstundis sita okkara ferðafólk hjartkipt og rópa, tí tey vænta at bussurin koppar av vegnum hvørja løtu, tí vit mugu bakka ella kroysta okkum hagar, ið vit í veruleikanum ikki passa við bussinum. Bakka útlendingarnir, so enda teir ofta í veitini, har tey so mugu hjálpast uppaftur. Alt meðan tey hava stongt vegin av fyri allari ferðslu, tí ongin sleppur framvið á smala vegnum.
Á Kalsoynni er støðan munandi verri. Okkara felag hevur nógv av sínum virksemi á Kalsoy, har vit í tvey ár nú eisini hava havt bussar fast í oynni, sum fastbúgvandi kalsoyingar koyra fyri okkum. Ætlanin var at hjálpa oynni og kommununi, við at bjóða ein annan møguleika til ferðafólkini, enn at tey tóku leigubil við og yvirfyltu oynna við akførum.
Úrslitið er so sum so, tí bussarnir noyðast ofta av oynni aftur og á verkstað, tí vánaligu vegirnir knúsa fjaðrar og annað á teimum. Ein stór og óneyðug eykaútreiðsla, ið kundi sloppist undan, um myndugleikarnir og politiska skipanin ikki hevði forsømt vegakervið í oynni í skjótt 40 ár. Tað er nú lívshættisligt at koyra í oynni, tí ikki bert skrædnar bakkin undan vegnum manga staðni, men nú rapar grót undan loftinum í tunlunum har, eins og ikki eitt rulluportur á oynni er heilt og trygt at koyra um.
Síðsta har úti er nú, at SSL saman við VFI fremja eitt marknaðarføringsátak, ið skal flyta sum flest av ferðafólkum úr privatum ferðamøguleikum og yvir í almennu farleiðinar.
Hvussu sampakkar tað við endamálsorðingina og føgru orð Landstýrismansins, at ferðavinnan skal tryggjast og vaksa um inntøku og vinnumøguleikar hennara? Har lekur alvorliga millum føgru orðini (teori) og veruleikan (praksis).
Í stuttum, her eru so nógv og alneyðug átøk, ið tað almenna má fara í holt við og fáa í rætt lag, fyri at ferðavinnan skal kunna halda áfram bara við verandi virksemi. At áleggja útlendingum umhvørvisgjald hjálpir kanska eitt vet fíggjarliga, men at nokta bóndum at taka gongugjøld og at loyva øllum fría gongd í haga eru avgjørt IKKI nøkur átøk ið hjálpa!
Jógvan Hovshólm
Stjóri í Faroeway Adventures, ferðaskrivstova og útferðaveitari í Føroyum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald