
Herfyri sendi Fíggjarmálaráðið uppskot til fíggjarpolitiskt regluverk til hoyringar. Endamálið er at tálma útreiðsluvøksturin hjá tí almenna. Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur í sínum hoyringssvari undir við, at tørvur er á at tálma útreiðsluvøkstrinum, men vísir samstundis á, at uppskotið hevur ávísar veikleikar.
Harumframt heldur felagið, at uppskotið ikki kann standa einsamalt, men at aðrar reglur eisini eiga at verða settar í verk.
Ikki nóg tálmandi
Uppskotið frá Fíggjarmálaráðnum er rættiliga einfalt. Lønarútreiðslurnar kunnu ikki vaksa skjótari enn lønarkarmin + 1%, meðan útreiðslur til keyp av vørum og tænastum ikki kunnu vaksa skjótari enn vøksturin í brúkaraprístalinum + 1%.
Hóast hetta í summum førum kann tálma útreiðsluvøksturin nakað, er størsti trupulleikin, at skipanin ikki virkar tálmandi fyri lønargongdina. Um lønarkarmurin t.d. hækkar 2%, kunnu samlaðu lønarútreiðslurnar hækka 3 % í mun til árið fyri. Hækkar lønarkarmurin 3%, kunnu samlaðu lønarútreiðslurnar hækka 4% - og so framvegis. Hetta virkar ikki nóg tálmandi.
Trupulleikin er eisini, at tað er ikki vist, at inntøkur landskassans hækka í sama mun.
Uppskot um aðra skipan
Føroya Arbeiðsgevarafelag skjýtur í staðin upp eina aðra skipan, har útreiðslur landskassans verða avmarkaðar av miðalinntøkuni undanfarnu árini + eina prosenthækking.
Um vit til dømis velja at rokna miðalinntøkurnar hjá landskassanum undanfarnu fýra árini + 3%, verður almenna útreiðslugongdin bæði javnari og meira tálmað.
Í myndini niðanfyri sæst roknidømi, sum vísir, hvussu slík regla hevði ávirkað almennu uppsparingina, um hon var sett í verk í 2004, og alt annað var líka. Tó kann gongdin í útreiðslum landskassans eisini ávirka inntøkurnar, so hetta roknidømið er meira ætlað at vísa eina gongd.
Mynd: Ávirkan á samlaðu uppsparingina 2004-24
Myndin vísir, at heldur enn at hava eina negativa uppsparing í bestu tíðum – sum vit hava havt seinastu 20 árini - hevði við avmarkingini, sum Føroyar Arbeiðsgevarafelag skjýtur upp, verið talan um eina munandi uppsparing. Júst hvussu stór hon hevði verið, er torført at siga akkurát, men fleiri milliardir høvdu verið á muni. Í roknidøminum er munurin 7,5 milliardir.
Tilmæli frá Føroya Arbeiðsgevarafelag
Samanumtikið hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag hesi tilmæli til uppskotið til fíggjarpolitiskt regluverk:
- Broytið avmarkingina fyri útreiðsluvøksturin, so størri trekleiki verður bygdur inn í skipanina heldur enn bara at grunda tað á eitt ár. Víst verður til roknidømið omanfyri. Um Fíggjarmálaráðið heldur fast við, at lønarútreiðslurnar skulu grundast á ein árligan karm, hevði tað verið ein frægari loysn at brúkt privata lønarkarmin.
- Leggið afturat eina fleirárliga strukturella javnvágsreglu, sum er reinsað fyri konjunktur-, eingangs-, og skiftandi inntøkur frá avgjøldum á fiski- og alivinnu. T.d. at javnvág skal vera yvir eitt 5 ára skeið.
- Gerið eina skipan fyri at handfara einaferðsinntøkur og inntøkur, sum vit av royndum vita eru serliga sveiggjandi; herundir inntøkur frá loyvis- og veiðigjøldum. Hesar eiga allar at fara í ein búskapargrunn, og ein regla eigur at verða fyri, hvussu útgjøld úr grunninum verða javnað yvir fleiri ár, t.d. 7 ár.
- Gerið eina “golden rule”-áseting, sum avmarkar møguleikan at upptaka lán til rakstur. Hetta krevur eisini eina týðiliga definitión av, nær talan er um rakstur og løgu.
Í hesum sambandi vísir Føroya Arbeiðsgevarafelag í sínum hoyringssvari á tað, sum sambært OECD er “best practice”.
Les alt hoyringssvarið hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald