Vinna

Tollur tyngir útflutningsvinnuna

Tollur er ikki bara eitt prosenttal. Hann er beinleiðis orsøk til, at føroyskar fyritøkur tapa milliónir og stríðast við ójavna kapping

2025-03-27 09:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vinnuhúsið: Tollur á føroyskum útflutningi er vorðin avgerandi forðing fyri, at føroyskar fyritøkur kunnu kappast á jøvnum føti við sínar kappingarneytar úti í heimi. Hetta vísir greining, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt um marknaðaratgongdina hjá føroyskum fyritøkum.

Greiningin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag vísir, at føroyskar útflutningsfyritøkur missa milliónir, tí tær mugu rinda høgan toll fyri at sleppa inn á týdningarmiklar marknaðir. Hetta ger, at útlendskar fyritøkur fáa stóran fyrimun.

Føroyska útflutningsvinnan hevur stóran týdning fyri føroyska búskapin. Í 2024 seldi føroyska vinnan vørur til útlandið fyri meira enn 12 milliardir krónur. Tað mesta av hesum eru fiskavørur.

Men búskaparliga myndin hevði sæð øðrvísi út, um føroyskar útflutningsfyritøkur ikki vóru fyri vanbýti á fleiri marknaðum, tá ið talan er um høgan toll. Føroyar mugu tískil arbeiða fyri fleiri fríhandilssáttmálum – serliga við marknaðir í Asia.

Fimm høvuðsmarknaðir
Fiskavørur fylla nógv tann størsta partin av føroyska vøruútflutninginum. Síðani aldarskiftið hava fiskavørur staðið fyri yvir 90 prosent av samlaða útflutningsvirðinum. Meira enn 80 prosent av samlaða útflutninginum fer til ES, USA, Stórabretland, Russland og Kina.

Fyri nøkur fiskasløg er útflutningurin býttur á nógvar ymiskar marknaðir, meðan tað fyri onnur er meira miðsavnað á einstøkum marknaðum. Hyggja vit gjøgnum tíðina eru stórar broytingar farnar fram.

Serliga lutfalsligi parturin á ES-marknaðinum er minkaður nógv, áðrenn hann seinastu árini aftur er øktur. Russland vaks rættiliga nógv fram til innrásina í Ukraina, men fyri síðani at minka nógv.

Seinnu árini hevur útflutningurin til USA verið ein størri partur av útflutninginum, meðan útflutningurin til Kina var vaksandi fram til 2020, tá ið koronafarsóttin gjørdi tað trupult at útflyta til Kina.

Sum myndin niðanfyri vísir, eru týðiligar stórar broytingar farnar fram á útflutningsbýtinum av fiskavørum í prosentum frá 2000 til 2024. Fyritøkurnar hava tillagað útflutningin alt eftir, hvussu marknaðurin er, og hvat loysir seg best.

Men tað, sum loysir seg best í dag, er neyðturviliga ikki tað, sum loysir seg best um fimm ár. Tað er tí av stórum týdningi, at føroyskar fyritøkur hava góða atgongd til nógvar ymiskar marknaðir; eisini marknaðir, sum ikki eru av størstu marknaðum í dag.

Vendið eyguni móti Asia
Í fleiri asiatiskum londum er marknaðurin stórur fyri fiskavørum, og tað er júst í Asia, at føroyskar útflutningsfyritøkur eru í ójavnari kapping við kappingarneytar úr øðrum londum. Noreg og Ísland eru hvør í sínum lagi kappingarneytar hjá Føroyum.

Bæði londini eru limir í EFTA, og fríhandilssáttmálin hjá EFTA við eitt nú Suðurkorea hevur millum annað við sær, at føroyskar útflutningsfyritøkur mugu rinda nógv meira í tolli enn kappingarneytarnir, um tær skulu útflyta laks, makrel og sild til Suðurkorea.

Sum myndirnar niðanfyri vísa, hava norskar og íslendskar fyritøkur umframt fyritøkur í Kili, ES, Stórabretlandi og Kanada stóran fyrimun, tá ið tað snýr seg um at útflyta fiskavørur til Suðurkorea. Tær rinda ongan toll, meðan føroyskar fyritøkur rinda millum 10-20 prosent í tolli alt eftir, hvussu vøran er virkað.

Ein tollur upp á 20 prosent merkir í stuttum, at føroyskar fyritøkur, sum útflyta fyri 10 milliónir krónur, missa tvær milliónir krónur í inntøkum bara fyri at sleppa inn á suðurkoreanska marknaðin.


LAKSURFøroyarNoregÍslandKiliESStórabretlandKanada
Heilur, feskur20%0%0%0%0%0%0%
Heilur, frystur10%0%0%0%0%0%0%
Flak, feskt20%0%0%0%0%0%0%
Flak, fryst10%0%0%0%0%0%0%
Royktur20%0%0%0%0%0%0%


MAKRELURFøroyarNoregÍslandESStórabretland
Heilur, feskur20%0%0%0%0%
Heilur, frystur10%0% / 10%0% / 10%0%0%
Flak, feskt20%0%0%0%0%
Flak, fryst10%0%0%0%0%
Royktur20%0%0%0%0%


SILDFøroyarNoregÍslandESStórabretland
Heil, fesk20%0%0%0%0%
Heil, fryst10%0%0%0%0%
Flak, fesk20%0%0%0%0%
Flak, fryst10%0%0%0%0%
Royktur20%0%0%0%0%
Marinerað20%0%0%0%0%


Ein býur í Kina?
Á ávísum marknaðum hava Føroyar somu atgongd fyri okkara fiskaútflutningi sum okkara fremstu kappingarneytar, men sum Føroya Arbeiðsgevarafelag vísti herfyri í grein, er vinnan í løtuni ikki nøgd við verandi marknaðaratgongd.

Yvirskipað hevur tað víst seg at vera ein oyðimarkargongd, at Føroyar einsamallar skulu samráðast um fríhandilsavtalur við onnur lond. Tað kann tykjast, sum at arbeiðið við at bøta um marknaðaratgongdina hjá føroysku útflutningsvinnuni er vorðin ein býur í Kina.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at støðan er álvarslig, og at politiska skipanin má raðfesta betri marknaðaratgongd hægri enn higartil. Tað snýr seg fyrst og fremst um at fáa fleiri fríhandilssáttmálar, ið kunnu geva føroyskum fyritøkum somu treytir.

Tað er tí upp á tíðina, at Føroyar fara at viðgera føroyskan limaskap ella líknandi í handils- ella búskaparligum felagsskapi. Hetta hevði tikið follforðingarnar burtur og hevði gjørt, at tollur ikki er beinleiðis orsøk til, at føroyskar fyritøkur stríðast við ójavna kapping og tapa milliónir.

Myndirnar niðanfyri vísa tollin, sum føroyskar fyritøkur rinda í mun til útlendskar kappingarneytar, tá ið talan er um at útflyta heilfrystan makrel, heilfeskan laks og fryst toskaflak til ymiskar marknaðir úti í heimi.


Makrelur, heilur frystur:


FøroyarNoregÍslandESStórabretland
Suðurkorea10%0%0%00%0%
Kina7%7%0%7%7%
Japan7%7%7%3,9%3,9%
Egyptaland0%0%0%0%0%
Vietnam13%13%13%0%0%
Taivan37,5%25%25%25%25%
Indonesia5%3%3%5%5%
Turkaland0%0%0%30%30%
Ukraina0%0%0%0%0%


Laksur, heilur feskur:


FøroyarNoregKiliStórabretlandKanadaÍslandES
Suðurkorea20%0%0%0%0%0%0%
Kina7%7%0%7%7%0%7%
Japan3,5%3,5%3,5%0%1,2%3,5%0%
Ukraina0%0%0%0%0%0%0%
Vietnam10%10%0%0%0%10%0%
Taivan20%10%10%10%10%10%10%
Indonesia5%3%4%5%5%3%5%


Toskaflak, fryst:


FøroyarNoregÍslandStórabretlandRusslandES
Suðurkorea10%0%0%0%10%0%
Kina7%7%0%7%7%7%
Japan10%10%10%2,2%2,2%10%
Turkalands0%0%0%30%30%30%
Vietnam15%15%15%0%0%0%
Taivan35%20%20%20%20%20%
Indonesia10%6%6%10%10%10%


Keldur

Greinin byggir á tøl frá seafood.no og egin tøl, sum vórðu kunngjørd í kanning, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag gjørdi um marknaðaratgongd. Kanningin varð gjørd á sumri í fjør, og hon staðfesti, at føroyskar fyritøkur vilja hava fleiri og betri møguleikar at útflyta sínar vørur og tænastur.

Kanningin kann lesast her.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder