Vinna

Tilfarsnýtslan er minkandi

Tilfarsnýtslan er minkað 17,8 prosent síðani 2020

2024-07-04 15:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Hagstovan:


Hagstova Føroya hevur nú gjørt upp, hvussu stór nøgd av tilfari varð brúkt í føroyska búskapinum í 2023.

Tilfarið verður innflutt ella tikið beinleiðis úr føroysku náttúruni. Nakað av tilfari verður útflutt, og tað sum eftir er, verður brúkt í føroyska búskapinum. Tann føroyska tilfarsnýtslan var 1.552 túsund tons í 2023, svarandi til 28,6 tons fyri hvønn íbúgva. 

Mesta tilfarið, ið verður tikið úr føroysku náttúruni, er lívmegn (biomassi). Í 2023 vóru 839 túsund tons av lívmegni (biomassa) tikin úr náttúruni. Tað fevnir um føroysku fiskiveiðuna, umframt nakað av stráfóðuri og biti hjá seyði. 305 túsund tons var innflutt, ið fevnir millum annað um matvørur, fóður og timbur. 630 túsund tons av lívmegni var útflutt. Sostatt vóru 513 túsund tons brúkt í føroyska búskapinum.

Næststørsti bólkur er ikki-metalkend mineral. Í talvuni niðanfyri sæst, at 327 túsund tons av ikki-metalkendum mineralum vóru tikin úr føroysku náttúruni og 388 túsund tons vóru innflutt. Av ikki-metalkendum mineralum er tað mesta grót, sum verður tikið úr føroysku náttúruni. Innflutningurin er mest sandur og grót. Nærum einki var útflutt, so 714 túsund tons vóru í 2023 brúkt í føroyska búskapinum.

Lívrunni brennievni verður innflutt, og fevnir mest um bensin og brenniolju. 

Myndin niðanfyri vísir, at innlendis tilfarsnýtslan minkaði við 55 túsund tonsum ella 1,7% frá 2022 til 2023. Størsta minkingin stavar frá nýtsluni av sandi og gróti.

Innlendis tilfarsnýtsla

2022 – 2023




munur

20222023tús. tons%





Tilsamans3.160,13.105,1-55,0-1,7
Tilsamans1.580,01.552,6-27,5-1,7
1 Lívmegn (biomassi)385,8513,1127,333,0
2 Metalkend steinsløg og framleiðslur úr teimum33,227,3-5,9-17,7
3 Ikki-metalkend steinsløg og framleiðslur úr teimum867,0714,0-153,0-17,6
4 Lívrunnið brennievni og framleiðslur úr teimum258,5268,910,44,0
5 Aðrar framleiðslur35,629,3-6,4-17,8
6 Burturkast til síðstu viðgerð og burturbeining-0,0-0,00,0-57,4





Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder