2023-11-16 11:21
Alment tiltak verður sum vant á Búnaðarstovuni kl. 19.00.
Umframt vanligu skránna, fer Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi at greiða frá eini roynd, sum er gjørd við seyðinum á Búnaðarstovuni, har Seyðagrón frá Havsbrún er nýtt, sum ískoytisfóður til ærnar, sum hava verið føddar inni um veturin.
Sigert Patursson, formaður í bóndafelagnum fer at handa virðislønirnar.
Øll skráin kann lesast á hesari leinkjuni: ÚRSLITIÐ AV LANDSSEYÐASÝNINGINI 2023 VERÐUR KUNNGJØRT 17.11.2023 (bst.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald