
Í Umhvørvisvikuni á Tvøroyri, ið verður í komanvi viku 18, er eisini ein sera forkunnugur gongutúrur á skránni. Gongutúrur er kanska ikki so dekkandi, tí tiltakið er nógv meir enn tað.
Vit hava fingið søgufróðu Bent Albinus og Kára Jespersen at vera frásøgufólk á túrinum, ið byrjar í hugnaligu Ólastovu í Øðravíkslíð. Skipað var fyri sama túri í 2017, tá eini 60 fólk møttu upp, í frálíka veðrinum. Tann túrin vóru Bent Albinus og Pól Arni Holm við.
Bent og Kári fara at greiða frá um sermerkta kirkjugarðin í Líðini og søguna Krambatanga og Hanseatarnir, ið stovnaðu handil har í 1656. Komið verður eisini inn á útgrevsturin í 2017 og Bent vísir myndir fram.
ÓKEYPIS BUSSUR
Koyrir úr miðbýnum, við Sinnop, og inn eftir niðara vegi. Fólk kunnu møta upp við Sinnopp, ella ”preia” bilførarin á vegnum. Tað er bussur hjá MP-Bussum. Bussurin koyrir út í býin aftur, eftir tiltakið.
TÚRURIN BYRJAR
Kl. 17:30 við Ólastovu
GONGUTÚRURIN
Er lættur og øll kunnu vera við.
ÓKEYPIS SUPPA
Verður at fáa í Ólastovu, eftir tiltakið. Glasstovan hevur staðið fyri henni.
VEÐRINUM
Eru vit ikki harrar yvir, men í løtuni verður lovað 4 m/s, 9 hitastig og turt. Annars verður sjálvandi mælt fólki til at lata seg í eftir umstøðunum.
TILTAKIÐ ER ÓKEYPIS
Og ØLL eru hjartaliga vælkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald