Vinna

Tíbetur var eingin fólkaskaði

Um 7-tíðina í kvøld fór ein bilur á rull í Ovastuhjøllum í Sandavági og støðgaði 20 metrar frá landsvegnum í Giljum, eingin var í bilinum.

2024-01-24 22:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Ein bilur sum var parkeraður í Ovastuhjøllum fór á rull, hann rullaði fyrst einar 50 metrar eftir vegnum í Ovastuhjøllum, fór síðan omanav vegnum, so eftir bønum oman á Miðhjallar, tvørtur um vegin á Miðhjøllum og omanav, har hann støðgaði millum tvey hús á Giljavegi, bilurin hevði tá rullað tilsamans umleið 150 metrar.

Tað kundi saktans verið fólkaskaði av óhappinum, men tíbetur var eingin fólkaskaði.

Bilurin fekk stóran skaða.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder