Vinna

Tey í Tinganesi skulu hava fjallboðini fyrst.

.

2024-03-08 10:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Bjørn Kalsø skrivar:


Tey í Tinganesi skulu hava fjallboðini fyrst.

Í § 12. stk. 4 í lógini um burðardygga ferðavinnu, er ásett, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður skal gera kunngerð við ásetingum um, hvussu fjallboð og haruskjóting skulu almannakunngerast.

Tað hevur við sær, at røktingarmenn, bóndur og onnur, ið fáast við landbúnað, skulu boðað Tinganesi frá fyrst, áðrenn farið verður á fjall, tá farið verður at skjóta haru, ella tá farið verður í hagan at røkta.

Hetta er beint tað øvugua av tí, sum hevur verið galdandi. Heilt frá landnámi hava tað bert verið tey nærmastu og bønarfólkini, sum hava fingið fjallboðini.

Ítøkiliga, hvussu fjallboð, boð um haruskjóting og boð um aðra røkt í haganum skulu latast Tinganesi, sæst ikki í sjálvum lógarinnar bókstavi. Men serligu viðmerkingarnar til lógargreinina (s. 25) siga, at tað t.d. kann verða gjørt umvegis tøkniliga skipan.

Í Føroyum hevði neyvan nakar, við síni fullu fimm, roknað við, at tað fór at koma so langt, at røktingarmenn og bóndur, fóru at fáa danskan fúta á dyrnar, um ikki fjarritað verður í Tinganes undan fjalli, haruskjóting, ella tá farið verður í hagan at røkta.

Hugsi ikki hetta hevur nakað við burðardygd, ei heldur føroyska mentan og siðsøgu at gera.

Í víkingatíð hevði Tróndur í Gøtu Kalsoynna. Søgnin sigur, at hann rak allan seyðin í oynni í einari gongu. Byrjað varð norðuri á Kallinum. Allur seyðurin varð rikin í Galvsrætt, ið er sløtt hella, har bakkin heldur, við sjóvarmálan sunnast á oynni. Allur seyðurin rúmast í Galvsrætt.

Neyvan hevði Tróndur, gamli við góðum játtað at lagt seg undir kravboð frá noregskongi, at almannakunngera fjallboð. Honum dámdi heldur ikki, tá lunnindi vórðu flutt av bygd í bý!

Sjálvur havi eg í góð 42 ár givið fjallboð. Konan hevur fingið boðini fyrst. Síðan tey nærmastu, skiparin á útróðrarbátinum, sum hevur ført seyðin øll árini og hini trúføstu fjallfólkini.

Tað fer helst at krevja nakað av yvirvøldini at broyta hesa hevdvunnu mannagongd

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder