Vinna

Talv: Hvør vinnur í ár?

.

Soleiðis er næstan á hvørjum ári: havnarmenn og vágamenn í harðari orrustu um FM-heitið í talvi.

Soleiðis er næstan á hvørjum ári: havnarmenn og vágamenn í harðari orrustu um FM-heitið í talvi.

2025-03-21 19:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Suni Merkistein:

Í morgin leygardagin endar landskappingin í talvi við stórum felagsumfari í Kollafirði. Tá fellur avgerðin í øllum fýra deildum. Sum vant møtast Havnin og Sandavágur í avgerandi innanhýsis dysti í 1 deild.

Kollafjarðar Talvfelag er vertur fyri endabrestinum í landskappingini í talvi í morgin. Allir dystir í øllum fýra deildum vera undir somu lon. Fyrstu leikirnir í tíggjunda og seinasta umfari verða fluttir klokkan 11:30. Telvað verður í Kollafjarðar Skúla.

Havnar Telvingarfelag er á odda í fremstu deildini. Leiðslan er høglig; havnarmenn standa seg við eittans stigi í dystinum í morgin móti vágamonnum. 

Fyritreytirnar eru nett tær somu sum í 2017. Tá hildu havnarmenn væl til standa, men vágamenn tóku teir á bóli við greiðum sigri. Til alla lukku fyri Havnina, var Olaf Berg í toppformi tann dagin á 1 borði og vann á Rógva Egilstoft í stórum stíli. Tað bjargaði degnum, tí allir hinir taptu - vágamenn vunnu dystin 3-1, men FM-heitið endaði kortini við bit og slit í Havn.

Uppgávan kann tykjast vágamonnum møtimikil, men í korona-árinum 2020 eydnaðist havnarmonnum at yvirhála vágamenn við øgiligum endaspurti og ruddiligum 3½-½ sigri í avgerandi dystinum í síðsta umfari. Og tað er tað, sum krevst, skulu vágamenn taka FM-heitið av havnarmonnum. Hvussu er og ikki, so plagar næstan altíð at vera spenningur til síðsta leik.

Spenningur er eisini í botnstríðnum. Her stríðast kollfirðingar og B-liðið hjá Havnini um hvør av teimum skal lívbjarga sær í deildini.

Støðan 1 deild
Havnin 29 stig
Sandavágur 26½
Klaksvík 20½
Klaksvík B. 12
Havnin B. 10
Kollafjørður 10


10 umfar - 1 deild
Sandavágur - Havnin
Klaksvík - Havnin B.
Kollafjørður - Klaksvík B.


Duopol í fimtan ár

Í fimtan ár hevur FM-kappingin í talvi staðið millum Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag. Einki annað felag hevur vunnið hesi árini. 

Klaksvíkar Talvfelag vann í 2010. Sama ár doyði oddamaðurin Heini Olsen. Síðani hava klaksvíkingar ikki verið mentir at gera seg galdandi í FM-kappingini. Árið eftir vunnu vágamenn fyrsta FM-sigurin. Síðani hava hesi bæði feløgini togast um sigurin. Vágamenn hava vunnið oftast hesi árini. Síðani 2018 hava feløgini vunnið aðrahvørja ferð eftir tørni.


FM 2011 - 2024
2011 ST
2012 HT
2013 ST
2014 ST
2015 ST
2016 ST
2017 HT
2018 HT
2019 ST
2020 HT
2021 ST
2022 HT
2023 ST
2024 HT


Ikki færri enn tíggju hava mannað A-liðið hjá Havnini í vetur, vágamenninir eru helvtina færri. Her sæst úrtøkan hjá oddaliðunum báðum:

HT
Helgi Dam Ziska 5/6
Luitjen Akselsson Apol 6½/7
Martin Poulsen 3/3
Carl Eli Samuelsen 4/6
Olaf Berg ½/1
Sjúrður Thorsteinsson 3½/5
Hjalti Toftum Jógvanson 2/2
Herluf Hansen 3½/4
Elias Petersen ½/1
Heiðrikur Jacobsen ½/1

ST
Rógvi Egilstoft 1/2
Høgni Egilstoft Nielsen 8/9
Silas Eyðsteinsson 4½/9
Jón í Horni Nielsen 8½/9
Torkil Nielsen 4½/7



Sandavágur flytur upp

Í næstbestu deildini er avgerðin fallin. Sandavágs talvfelag flytur upp í 1 deild komandi kappingarár. Jón Atlason, Bernhard Augustinussen, Ingi Wiberg og Jónfinn Thomsen hava myndað kjarnuna á liðnum.

Nakað av spenningi er í niðara enda. Teir í Runavíkini og har um vegir stríðast fyri lívinum í deildini. Uppgávan er ikki tann lættasta í morgin, tí telvast skal móti oddaliðnum úr Sandavági.

Støðan 2 deild
Sandavágur 23½ stig
Klaksvík 19½
Toftir 19
Havnin B. 19
Havnin A. 14
Kongshavn 13½

10 umfar:
Sandavágur - Kongshavn
Havnin A. - Klaksvík
Toftir - Havnin B.


Sundalagið ella Gøta

Stórur spenningur valdar í 3 deild um hvat lið flytur upp í næstfremstu deildina. Kappingin er beinhørð millum Rók úr Sundalagnum og Gøtu Talvfelag. Bara eitt hálvt stig skilir partarnar. Í hølunum á teimum slota kollfirðingar eftir møguleikanum, skuldu fremru liðini snáva.

Oddaliðini hava bæði torførar dystir. Rókur og Kollafjørður møtast, og Gøta og Vestmanna. 

Støðan 3 deild
Rókur 22½ stig
Gøta 22
Kollafjørður 20½
Vestmanna 18
Sandavágur 14½
Havnin 10½

10 umfar
Kollafjørður - Rókur
Gøta - Vestmanna
Sandavágur - Havnin


Klaksvíkingar vinna 4 deild

Í fjórðu deild er eingin spenningur. Klaksvíkingar hava í roynd og veru longu vunnið.

Støðan 4 deild
Klaksvík 24½
Strendur A 20½
Sandavágur B. 19
Sandavágur A. 17
Rókur 17
Gøta 13
Suðuroy 12
Havnin 11
Strendur B. 11
Toftir 11 

9 umfar
Strendur A. - Sandavágur A.
Strendur B. - Havnin
Suðuroy - Toftir
Klaksvík - Gøta
Rókur - Sandavágur B.



FM-vinnarar 2024: Havnar Telvingarfelag. F.V.: Carl Eli Samuelsen, Helgi Dam Ziska, Luitjen Akselsson Apol, Sjúrður Thorsteinsson og Martin Poulsen.



FM-vinnarar 2023: Sandavágs Talvfelag. F.v.: Silas Eyðsteinsson, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft og Jón í Horni Nielsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder