2025-03-21 11:54

Sandavágs Talvfelag:
1.deild telvar innanhýsis avgerandi dystin móti HT. Havnamenn vunnu FM í fjør og liggja væl fyri aftur í ár. Um okkara vinna 3,5-0,5 so taka okkara FM vestur aftur.
2.deild telvar móti Kongshavn. Vit mangla 0,5 stig til at tryggja uppflyting. Kongshavn stríðist fyri at varðveita sessin í deildini, so har verður nógv uppá spæl.
3.deild telvar móti HT5. Okkara eru nr.5 og HT er nr.6. Fýra stig eru á muni, so okkara krevja bara 0,5 stig fyri at varðveita sessin í deildini.
Í 4.deild stríðast bæði liðini fyri medalju. ST5 telvar móti STF1 í beinleiðis dysti um silvur og bronsuheiðursmerkini. ST4 telvar móti Rókur2 og bæði liðini kunnu við stórsigri taka bronsumerkini um illa vil til hjá ST5
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald